Kvinnufinala á fyrsta sinni

Vit eru sera glað fyri á hava eina kvinnufinalu við í felags FM finalutiltakinum í ár.

Tað verða Sanna Djurhuus og Silja Johannesen, sum koma at kappast um gullið hjá kvinnunum.

Sanna lesur í Oxford, og har venur hon judo við Oxford Judo, meðan Silja venur við Sunda Judofelag.

Í innleiðandi umfarinum var dysturin teirra millum sera javnur, so vit síggja fram til ein eins javnan og spennandi dyst leygardagin.

Á myndini eru Silja til vinstru og Sanna til høgru.