Fyrsta føroyska kvinnan í NM í judo

Leygardagin og sunnudagin verður kappingin um Norðurlendska Meistaraheitið 2016 í judo.

Kappingin verður hildin í norska býnum Larvik. Hetta er ein stór kapping við útvið 500 luttakarum úr teimum ymisku norðanlondunum.

 

Føroyar eru umboðaðar av 5 leikarum, sum kappast í 6 kappingum.

Fyri fyrstu ferð umboðar ein føroysk kvinna Føroyar í kappingini. Tað er 24 ára gamla Sanna Nolsøe Djurhuus úr Kollafirði, sum lesur í Oxford og venur judo har. Rebekka Johnsdóttir hevur áður umboðað Føroyar, men tað var í kappingini kvinnuunglingar.

Tveir unglingar eru eisini við í kappingini, teir eru Bárður Hentze Lenvig og Torkil Jógvansson.

Harafturat eru tveir menn, Nicolaj Skoubo og Sigmundur Johansen. Sigmundur luttekur eisini í kappingini fyri veteranar, tað er fyri leikarar, sum eru yvir 30 ár.

 

Á myndini síggjast frá vinstru: Sigmundur Johansen, Sanna Nolsøe Djurhuus, Torkil Jógvanssoon, Nicolaj Skoubo, Bárður Hentze Lenvig og uttast til høgru er Matthew Edmans, venjari.