Venjingarlega í Vági

Vikuskiftið 14. til 16. oktober 2016 skipar Judo Føroyar fyri venjingarlegu í Vági.

Øll eru hjartaliga væl komin til eitt judovikuskifti við góðari venjing og stuttligari samveru.

Vit gista í húsunum hjá Frelsunarherðinum, og venjingin verður í fimleikahøllini í Vágs Skúla, sum liggur beint við.

Luttøkugjaldið er 100 kr. (+ gjaldskostnaður) og skal gjaldast við tilmelding.

Tá tit tilmelda tykkum, upplýsið navn, bústað, føðingardag, telefonnr. og mail-adressu.

Tilmelding fer fram her

 

Vit uppdatera skránna á www.judo.fo og á facebook-vangunum hjá Faroese Judo, Havnar Judofelag og Sunda Judofelag.