Upplýsingar um venjingarleguna

Góðu leguluttakarar og foreldur.

Nú nærkast til venjingarleguna í Suðuroy og vit gleða okkum til eitt mennandi vikuskiftið.

Vit møta á Farstøðini fríggjadagin kl. 18. Bussur verður á Drelnesið og koyrir okkum til húsið hjá Frelsunarherðinum í Vági, har vit fáa ein drekkamunn, áðrenn fari verður til songar.

Tey sum ikki sova saman við samlaða bólkinum, kunnu møta til morgunmat kl. 8. Venjingin byrjar kl. 10 leygarmorgunin í Vágs skúla.

At hava við:
- soviposa + undirlag/ madrassu
- svimjiklæðir + handklæði
- skiftiklæðir
- Gi + drekkidunk til venjingarnar

Luttøkugjaldið dekkar mat á leguni og svimjing í Páls Høll. Minnist til at taka pening við til keyp av náttura umborð á Smyril suður fríggjakvøldið og norður aftur sunnukvøldið.

Heilsan fyrireikararnir