Frágreiðing frá Hillerød 2016

Aftur í ár stillaðu vit upp við luttakarum til Hillerød International Judo Cup. Luttøkan í ár varð mett at vera á leið 200 luttakarar úr Danmark, Svøríki, Íslandi og Føroyum. Vit vóru umboðaði við 15 ungum og evnaríkum stríðsmonnum.

Vit fóru avstað úr Føroyum tíðliga fíggjamorgunin kl. 08.15. Ferðin niður gekk gott, og vit vóru frammi í Hillerød beint eftir miðdag.

 

Kappingin byrjaði leygarmorgunin kl 10., og fyrstir á máttuna varð aldursbólkurin U12. Í hesum bólki, høvdu vit 3 luttakarar. Teir vóru; Brandur á Túgvu, William Rognsøy og Karstin Justesen. Sjálvt um Brandur og Karstin stríddust manliga so rakk tað ikki til nakað heiðursmerki, tó at Brandur megni at vinna tann eina dystin. Hjá William gekk heldur betur. Hann kom í ein bólk við 5 luttakarum, og megnaði at vinna 2 av sínum dystum og rakk harvið einum flottum 3. Plássi.

Næstir á máttuni vóru deingirnir í U15, her vóru luttakarinir; Boas Høgnesen, Petur Sigurd á Túgvu, Kyrri beiggjarnir Dánjal og Bjarni Ólavsson, Evald D. Simonsen og Malaki Vang Niclassen. Fríði Carlsson skuldi eisini taka lut í hesum bólkinum, men hann varð so óheldigur at fáa ein skaða í upphitingini, at hann varð noyddir at trekkja seg.

Boas var komin í ein sera sterkan bólk við fleiri heilt góðum judoleikarum, tí skuldi hann klára seg sera væl, fyri at gera sær vónir um at náa einum heiðursmerki. Boas kláraði at vinna 2 av sínum dystum, men hettar var tíverri ikki nóg mikið til at vinna seg víðari úr bólkinum og til finalu umfarið. Í hesum sambandi kann nevnast at føroyski Djóni Askham, sum er búsitandi og venur í Danmark, vann bólkin hjá Boas, og endaði einum fyrstaplássið.

Petur Sigurd royndi seg í bólkinum U15 -60 A, og hettar varð ein sera trupul bólkur. Hóast hann stríddist væl var hann við undirlutan í báðum sínum dystum.

Dánjal og Bjarni luttóku báðir í sama bólki, eins og teir vanliga gera í her heima. Í bólkinum vóru 4 luttakarar, eftir at ein hevði trekt seg, tí vóru útlitini fyri einum heiðursmerki tilstaðar. Báðir taptu sín fyrsta dyst, og møttus síðani í næsta dysti. Her dróg Bjarni longra stráði. Báðir taptu teir teirra seinasta dyst, men av tí at Bjarni hevði vunni á Dánjal, kundi hann ogna sær eitt bronsu heiðusmerki.

Evald skuldi fyri fyrstu ferð royna seg í altjóða kapping. Hann skuldi royna seg í bólkinum U15 -45B. Í innleiðandi bólkinum vann Evald 2 dystir og gjørdist nr. 2 í bólkinum og varð víðari til semi finaluna. Her tapti Evald tó ímóti einum sum seinri vann kappingina. Av tí at tað vóru 7 luttakarar í bólkinum, vórðu tað tveir, sum fingu bronsu, og harvið fekk Evald eitt flott bronsu heiðursmerkið.

Malaki var sísti luttakarin í aldursbólkinum U15. Hann megnaði at vinna ein dyst, men gjørdist akkurát ov stuttur til at koma víðari úr bólkinum, og megnaði ikki at koma til finalu umfarðið.

Í U18 hvødu vit 3 luttakarar. Dánjal á Krákusteini, Torkil Jógvansson og Bárður Lemvig, sum í løtuni venur í Danmark, har hann er á eftirskúla.

Torkil var í vektbólkinum -55 kg. Í bólkinum vóru 4 luttakrar. Torkil vann sín fyrsta dyst, men endaði síðani við at tapa báðar teir næstu. Hettar rakk tó til eitt 3. pláss og enn ein bronsumeldja til Føroyar.

Dánjal og Bárður luttóku í sama vektbólki. Her vóru 5 luttakarar. Bárður og Dánjal kennast sera væl og hava tikið mangan javnan og góðan dystin, tí var tað stórur spenningur um hvussu tað mundi fara at gangast teimun ikki minst innanhýsis. Bárður varð fyrstur á máttuni og megnaði at vinna sín fyrsta dyst. Dánjal tapti sín fyrsta dyst ímóti einum sera sterkum mótstøðumanni. Síðani skuldi slagið standa millum Dánjal og Bárð, og dysturin gjørdist eisini spennandi og vardi tíðina út. Bárður megnaði at kasta Dánjal til Waza-ari og gjørdist tískil vinnarin.

Dánjal skuldi tó skjótt aftur á máttuna í móti einum nýggjum mótstøðumanni og hesuferð var tað Dánjal sum fekk kasta til Yoku og vann dystin. Eisini hesin dysturin gekk tíðina út, og nú byrjaði møðin at síggjast á Dánjali. Triðji dysturin hjá Bárður var móti sterkasta mótstøðumanninum í bólkinum, og har varð einki at gera hjá Bárði, og endin var at hann mátti geva seg. Dánjal, sum var útlúgvaður megnaði ikki at vinna sín sísta dyst, men tað kláraði Bárður, og harvið hevði hann vunni seg uppá eitt flott 2. pláss.

Í U21 aldursbólkinum luttóku Ragnar Kruse og Gunnar Magnussen. Hendan kappingin varð eitt gylt høvði hjá teimun at royna seg av móti nýggjum mótsøðumonnum og at fáa royndir frá altjóða kappingum. Báðir fingu teir 3 dystir í part, men vóru í teirra royndum ov stuttir til at røkka heiðursplássið. Men teir fingu tó góðar royndir sum teir kunna gera sær dælt av í framtíðini.

Petur Sigurð Johannesen, venjari, royndi seg eisini í kapping millum veteranar. Í hansara vektbólki vóru bara tveir luttakarar, so kappast var um at vinna flest av trimum dystum teirra millum, og her vann Petur Sigurð báðar teir fyrstu dystirnar, so hann vann gull í hesum bólkinum.

 

Alt í alt ein góð kapping, har okkara luttakarar rættiliga fingu roynt seg. Fleiri fingu heiðursmerkir, men eisini hinir royndust væl og fingu góðar royndir, sum koma teimum til góðar framyvir.