Silvur og bronsa í RIG

Í dag var altjóða judokappingin Reykjavík International Games hildin, og aftur í ár var tað vð føroyskari luttøku.

Torkil Jógvansson luttók í vektbólkinum undir 60 kg., Bárður Hentze Lenvig og Dánjal á Krákusteini undir 66 kg., Sigmundur Johansen undir 81 kg., Petur Sigurð Johannesen undir 100 kg. og Edvard Johannesen yvir 100 kg., umframt at Silja Johannesen luttók í vektbólkinum undir 70 kg. hjá kvinnum.

Tað gekk sum heild væl hjá føroysku leikararunum, og hóast fleiri tap, so gingu dystirnir sum heild væl, og onkur tap vóru sera tepur.

Tað gekst tó sera væl hjá Dánjal á Krákusteini og Petur Sigurð Johannesen, sum báðir vunnu medalju í kappingini.

Dánjal á Krákusteini stríddist seg heilt fram til finaluna, har hann tapti móti einum pólendingi, sum býr í Íslandi, og sostatt hevði Dánjal tryggjað sær eina silvurmedalju.

Petur Sigurð tapti eitt sindur fyrr í kappingini, men hann megnaði at stríða seg fram til at vinna bronsu í sínum vektbólki.

Sera flott klárað, tí RIG er ein rímuliga hørð kapping við altjóða luttøku.