8 luttakarar í NM í judo 2017

Kappingin um Norðurlanda Meistaraheitið verður í svenska býnum Trollhettan um vikuksiftið. Hetta er ein stór kapping. Ikki færri enn 560 luttakarar skulu hesar báðar dagarnar kappast um meistaraheitið.

Í ár eru 8 føroyskir luttakarar við í kappingini.

 

Bárður Hentze Lenvig, Dánjal á Krákusteini og Gunnar Magnussen luttaka í kappingini fyri menn undir 21 ár, Sanna Nolsøe Djurhuus og Silja Johannesen kappast við kvinnunum og Edvard Johannesen kappast hjá monnunum.

Harafturat luttaka Búgvi Poulsen og Sigmundur Johansen í kappingini hjá veteranum.

Edvard, Sanna og Silja kappast leygardagin, hini kappast sunnudagin.

Andrias Sumberg verður ein av dómarunum í kappingini. Andrias hevur seinnu tíðina nomið sær dómaraútbúgving í Danmark, og hevur hann hesa tíðina dømt fleiri ferðir bæði í Danmark og Suðursvøríki. Hetta er fyrstu ferð hann dømir í altjóða kapping.

Mynd: Sanna Nolsøe Djurhuus og Silja Johannesen hava tey bæði seinnu árini verið í finaluni í FM kappingini. Í fjør vann Sanna og í ár vann Silja. Tær eru millum luttakararnar í NM kappingini í Svøríki um vikuskiftið.