Góð byrjan sum dómari

Nú kappingin um Norðurlendska meistaraheitið verður hildin í Svøríki roynir Adrias Sumberg fyri fyrstu ferð sum dómari í altjóða kapping.

 

   Andrias byrjaði yrkisleið sína í Sunda Judofelag, og tá hann fór til Danmarkar at lesa fyri nøkrum árum síðani, byrjaði hann at venja judo við Amager Judoklub.

   Longu áðrenn hann fór niður hevði hann roynt seg fleiri ferðir sum dómari í heimligu judokappingini, men eftir at hann flutti hevur hann lagt dent á at útbúgva seg sum dómari, og í tí høpinum dømir hann regluliga í donsku kappingini, eins og hann saman við øðrum donskum dómarum fleiri ferðir er farin yvir um Oyrasund til Staffanstorp Judoklub í Malmø, har hann eisini hevur dømt kappingar.

   NM kappingin er ein rættiliga stór kapping við 560 luttakarum, so tað eru umleið 500 dystir, ið skulu avgreiðast, 300 leygardagin og 200 sunnudagin.

   Kappingin byrjaði kl. 8 í morgun, og av tí at tað hava verið seinkingar allan dagin, so væntast kappingin ikki at vera liðug fyrr enn millum 9 og 10 í kvøld, og í morgin skulu dómararnir aftur vera klárir, tá kappingin byrjar kl. 8, so tað er rættiliga strævið at vera dómari til eina slíka kapping.
   Kappast verður á trimum máttum í senn, og tað eru 3 dómarar til hvørja máttu, so hóast tað eru einir 25 dómarar tilsamans, so eru tað langir dagar.

   Andrias hevur klárað seg væl sum dómari og hevur fingið góð skotsmál. Næsta stigi hjá Andrias er at fáa europeiska góðkenning sum dómari.