Petur Sigurð á skeiði í Svøríki

18. september 2017

Vikuskifti 9-10 september var Petur Sigurð Johannesen á venjaraskeið í Lindesberg í Svøríki.

Fyriskipari var Svenska Judosambandið, sum seinastu árini hevur lagt stóran dent á menna venjarar og skipa fyri venjaraútbúgvingum.

Og sigast kann, at hettar hevur givið úrslit, tá Svøríki nú er landið við flest judoleikarum á hægsta stigi.

Venjaraskeiðið, sum var í Lindesberg, hevði til endamáls at geva venjarunum innlit í hvussu ein judoleikari kann mennast frá tí at hann byrjar sum 6-7 ára gamal til hann sum 20 ára gamal kann luttaka á hægsta kappingarstøði.

Skeiði hevði soleiðis ein reyðan tráð og býtt sundur í teori og praksis fyri hvønn aldursbólk sær. Undirvísarar á skeiðinum vóru Michail Tonkonogi, sum hevði tann teoretiska partin, har greitt var frá, hvat fyri slag av venjing passaði til tann ávísa aldursbókin, og Jane Bridge, sum tók sær av tí praktiska partinum, har undirvíst var á máttuni. Leggjast kann aftrat at Jane er varaformaður fyri útbúgving í Europeiska Judosambandinum.

Samanumtikið gjørdist hettar eitt læruríkt vikuskifti, hvar Petur Sigurð fekk innlit í hvat tað skal til fyri at kunna fáa ein føroyskan heims- ella europameistara.

Eisini fekk hann høvði til at práta við eitt nú Evu Fellman, sum tekur sær av judo á Ålandi, um komandi oyggjaleikirnar á Gibraltar. Hon lovaði, at Åland fór at møta við einum sterkum liði og væntaði at tey fóru at fáa nógvar medaljur. Petur Sigurð segði henni tó, at hon skuldi ikki gera sær alt ov góðar vónir til tað, tí kappingin fer at verða hørð frá okkum.

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023