Bronsa bæði til Sigmundur og Hjalmar í -81 kg.

05. november 2017

Irish Masters Open kappingin í Dublin eydnaðist væl hjá okkum í vektbólkinum -81 kg fyri menn millum 30 og 40 ár.

Fyri okkara viðkomandi var fyrsti dystur millum Hjalmar Johannesen og Sigmundur Johansen, sum báðir kappaðust í vektbólkinum -81 kg.

Tíðliga í dystinum fekk Sigmundur eitt WASA-ARI fyri eitt kast, men eina løtu seinni eydnaðist tað Hjalmari eisini at fáa eitt WASA-ARI fyri eitt kast, og beint eftir fekk hann halditak á Sigmundi, sum hann megnaði at halda í 19 sekund, áðrenn tað eydnaðist Sigmundi at koma úr takinum. Hevði Hjalmar klárað at hildið eitt sekund longur, hevði hann vunnið dystin við                IPPON, men 19 sekund geva “bara” WASA-ARI. Dysturin helt so fram, og stutt eftir fekk Hjalmar sítt triðja WASA-ARI, og tá tíðin var farin hevði Hjalmar sostatt 3 WASA-ARI móti tí eina hjá Sigmundi.

Næsti dystur hjá Sigmundi var móti einum fraklendingi, sum hevur búð í Írlandi í fleiri ár. Fraklendingurin sá út at hava stýr á dystinum, og hann fekk eitt WASA-ARI fyri eitt kast, men í gólvdystinum beint eftir eydnaðist tað Sigmundi at fáa eina strangulering at sita, so hann vann hendan dystin.

Hjalmar kappaðist so móti einum íra, sum hevði vunnið tveir dystir áðrenn. Hetta var ein javnur dystur, har tað ikki eydnaðist Hjalmari at fáa nakað stig fyri kast, meðan írin at enda fekk IPPON fyri eitt kast.

Síðani kappaðist Hjalmar móti fraklendinginum. Hetta var ein javnur dystur, har stórur partur av tíðini hjá báðum fór at royna at fáa gott tak at kasta, og at enda megnaði fraklendingurin at kasta Hjalmar til IPPON.

Sigmundur kappaðist eisini móti hesum sama íra aftaná, og enn eina ferð eydnaðist tað íranum at kasta mótstøðumannin til IPPON:

Seinasti dystur hjá Hjalmar var móti enn einum íra. Hendan dystin var Hjalmar klárt omaná, og aftan á eina løtu kastaði hann mótstøðumannin til IPPON. Við hesum úrslitinum hevði Hjalmar vunnið bronsumerki.

Seinasti dystur hjá Sigmundi var eisin móti hesum íranum. Eisini Sigmundur var omaná, og hann kastaði íran fyrst tvær ferðir til WASA-ARI, áðrenn hann fekk kasta hann til IPPON. Hetta úrslitið gjørdi, at Sigmundur ognaði sær bronsumerki í kappingini.

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023