Eisini bronsa til Petur Sigurð í -100 kg.

05. november 2017

Í vektbólkinum -100 kg í Irish Masters Open kappaðist Petur Sigurð Johannesen.. Fyrsti dysturin hjá honum var sera javnur, men at enda tapti hann, tí hin fekk IPPON fyri eitt kast.

Kappingin hjá Petur Sigurð var ein sonevnd “repecharge”, so við at tapa ein dyst missir man møgulleikan fyri at kappast um gullið. Sostatt skuldi Petur Sigurð so kappast víðari um at fáa eina bronsumedalju.

Næsti dysturin hjá Petur Sigurð gekk stak væl. Aftan á eina løtu fekk hann kasta mótstøðumannin til WASA-ARI, og beint eftir kastið fekk hann halditak, sum hann kláraði at halda í tey 20 sekundini, sum góvu honum eina IPPON skoru, og harvið vann hann dystin.

Triðji dysturin hjá Petur Sigurð gekk júst sum tann næsti, t.v.s. hann fekk eitt kast til WASA-ARI, og beint eftir eitt haldtak í 20 sekund, sum gjørdi, at hann eisini vann hendan dystin við IPPON.

Fjórði og seinasti dysturin hjá Petur Sigurð var móti einum spanióla. Hesin dysturin var sera javnur, og trupult var hjá báðum at koma inn til nakað kast, ið gav stig. Men at enda fekk Petur Sigurð WASA-ARI fyri eitt kast, uttan at tað eydnaðist spaniólanum at svara aftur við nøkrum poengi, so Petur Sigurð vann hendan dystin, og harvið var bronsumerkið tryggjað.

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023