2 bronsur í altjóða judokapping í Danmark

13. februar 2018

 

 

18 føroysk ung judofólk hava verið til Danis Open, sum er ein sterk altjóða judokapping við luttøku úr 11 londum.

Judo Føroyar luttók við 18 luttakarum – 15 dreingjum og 3 gentum – frá Havnar-, Sunda- og Klaksvíkar Judofelag.

Og tað gekk sera væl hjá føroysku luttakarunum. Hóast hetta var ein sterk kapping, høvdu okkara luttakarar góðar dystir, har tey góvu alt, tey høvdu, og tey eru øll á einum máli um, at hetta var ein sera lærurík kapping, har venjingarlega eisini var partur av tiltakinum.

Føroyar vunnu tvær bronsumedaljur í kappingini. Petur Sigurd á Túgvu úr Sunda Judofelag vann bronsu í vektbólkinum yvir 60 kg. í aldursbólkinum undir 15 ár, og Jákup Hentze Davidsen úr Havnar Judofelag vann eisini bronsu, tað var í vektbólkinum undir 42 kg. undir 15 ár.

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023