Sanna vann gull í judokapping í Bretlandi

17. februar 2018

Sanna Djurhuus, sum lesur á universitetinum í Oxford, og sum dagliga venur við Oxford Judo, luttók í dag í judokapping fyri lesandi á universitetunum í Bretlandi.

Og tað gekk sera væl hjá Sonnu, sum vann gull í sínum bólki fyri tey, ið hava lægri enn svart belti.

Hjartaliga til lukku við sigrinum, Sanna!

Sanna er nr. 2 frá vinstru á myndini.

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023