Judo Føroyar hevur sett landsliðsvenjarar

28. februar 2018

Judo Føroyar hevur sett danan Roland Vogt at venja landsliðini í judo saman við Petur Sigurð Johannesen.

Roland Vogt er 41 ára gamal og hevur 3. Dan svart belti í judo. Hann er venjari í Svendborg, og hevur áður verið danskur landsliðsvenjari fyri danska kadet-landsliðið, t.e. ungdómar millum 15 og 18 ár.

Harafturat er Roland ikki heilt ókendur við Føroyar. Hann var venjari, tá Judo Føroyar hevði venjingarlegu fyri børn í Vági á heysti 2016, og síðani hevur hann havt stóran áhuga fyri Føroyum og fylgt væl við innan føroyskt judo.

Avtalan er, at Rolant Vogt saman við Petur Sigurð Johannesen skal taka sær av føroysku landsliðsvenjingini hetta til og við Oyggjaleikunum á Gibraltar 2019, har føroyska judolandsliðið skal luttaka.

Avtalað er, at Roland Vogt kemur til Føroya 6 ymisk vikuskifti hetta tíðarskeiðið, umframt at arbeitt verður við venjingarlegu í Danmark og Týsklandi fyri føroyska judolandsliðið.

Venjingini í Føroyum hetta tíðarskeiðið kemur Petur Sigurð Johannesen at standa fyri, við hollari vegleiðing frá Roland Vogt.

Avtalan inniber eisini, at føroysku judovenjararnir verða førleikamentir, eins og venjingar eisini verða í teimum ymisku feløgunum fyri øðrum limum, tá danski venjarin vitjar í Føroyum.

Hendan avtalan er gjørd sum ein roynd, sum Judo Føroyar væntar sær nógv av. Tá tíðarskeiðið er av, verður eftirmeting gjørd.

Myndin er frá venjingarleguni í Vági 2016.

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023