Silja og Hansa Torgerð stríðast um gullið

06. apríl 2018

Hjá kvinnunum +63 kg. verða tað Silja Johannesen og Hansa Torgerð Ellingsgaard, báðar úr Sunda Judofelag, sum koma at kappast um gullið á stóra finaludegnum leygardagin 7. apríl 2018.

Í innleiðandi kappingini, sum var hóskvøldið 5. apríl, vann Silja allar sínar dystir, meðan Hansa Torgerð vann sínar flestu, men bara tapti móti Silju. Spennandi verður leygardagin, um hon tá kann koppa henni.

Anna Anthoniussen úr Klaksvíkar Judofelag fær bronsuna.

Hjá kvinnum undir 63 kg., verða Maiken Bringsberg og Mariam Al Kanaani, báðar úr Klaksvíkar Judofelag, ið skulu kappast um gullið leygardagin.

Anna S. Steinberg úr Klaksvíkar Judofelag fær bronsuna.

Myndin vísir Silju Johannesen og Hansu Torgerð Ellingsgaard.

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023