Venjingartíðir veturin 2018/19:

Skálafjarðar Judofelag venur í fimleikahøllini í Stranda skúla.

Mánadag og mikudag:

Kl. 19.00 - 20.00: Børn, ung og vaksin

Kom og roynd judo!

Til ber at royna at venja judo í einum av feløgunum. Tað er bara at møta upp til venjingarnar.

Um ein ikki hevur roynt tað fyrr, so hevur man sjálvandi ikki sersta búnan, ið verður brúktur í judo (kallast "gi" á japanskum), men man kann saktans royna uttan hendan serliga búnan, men skal bara í staðin vera í klæðum, ið tola, at tikið verður í tey, t.d. vanliga venjingardrakt (jakka við longum ermum og buksur).