Venjingartíðir hjá Sunda Judofelag veturin 2018/19:

Vant verður í fimleikahøllini í Skúlanum við Streymin:

Mánadag:

Kl. 17.30 - 18.30: Børn upp til 10 ár (Høvuðsvenjarar: Johannes og Silja)
Kl. 18.30 - 20.00: Børn 11 ár og eldri + unglingar og vaksin (Høvuðsvenjarar: Hjalmar og Aleksandur)
Kl. 20.00 - 21.00: Motiónsjudo (Høvuðsvenjarar: Andrias og Hjalmar)

Mikudag:

Kl. 17.30 - 18.30: Børn upp til 10 ár (Høvuðsvenjarar: Aleksandur og Petur Sigurd)
Kl. 18.30 - 20.00: Børn 11 ár og eldri + unglingar og vaksin (Høvuðsvenjarar: Edvard og Petur Sigurd)

Hósdag:

Kl. 20.00 - 21.00: Kvinnur (Høvuðsvenjarar: Silja og Hansa Torgerð)

Kom og roynd judo!

Til ber at royna at venja judo í einum av feløgunum. Tað er bara at møta upp til venjingarnar.

Um ein ikki hevur roynt tað fyrr, so hevur man sjálvandi ikki serstaka búnan, ið verður brúktur í judo (kallast "gi" á japanskum), men man kann saktans royna uttan hendan serliga búnan, men skal bara í staðin vera í klæðum, ið tola, at tikið verður í tey, t.d. vanliga venjingardrakt (jakka við longum ermum og buksur).