Gjaldið limagjaldið!

Limagjaldið hjá Sunda Judofelag er fyri veturin 2018/19 kr. 300,- fyri hvønn.
Tó er skipanin soleiðis, at um tað eru fleiri systkin enn 2 til og við 14 ár, so verður bert goldið fyri tvey, og hini venja ókeypis.
Tá skal man tekna tey tvey til í limaskipanini, sum leinkja er til niðanfyri, meðan man skal senda navn og føðingardag hjá hinum til sofus@judo.fo, so skráseta vit tey eisini sum limir.

Allir skrásettir limir í Sunda Judofelag eru umfataðir av vanlukkutryggingini hjá Ítróttasambandi Føroya.

Leinkjur til limagjaldið eru her.