Lóg Havnar Judofelags

Grein 1: Navn felagsins 

Navn felagsins er HAVNAR JUDOFELAG "NIHON", stytt HJF "Nihon", og heimstaður tess er Tórshavn.  

Grein 2: Endamál felagsins 

Endamál felagsins er at fremja BUDO-ítróttirnar og at líva upp gomlu føroysku brókatøkini. 

Grein 3: Stjórn felagsins 

Felagið verður stjórnað av eini 5-manna stjórn. Hesir limir eru: formaður, næstformaður, skrivari og tveir stjórnarlimir. Stjórnin skal veljast soleiðis: 

Formaður og 1 stjórnarlimur skulu veljast á líka árum. 

Næstformaður, skrivari og 1 stjórnarlimur skulu veljast á ólíka árum. 

Stjórnarlimirnir verða valdir hvør sær. Afturat stjórnini skulu veljast 2 tiltaksmenn og 2 grannskoðarar. 

Stjórnarlimir, tiltaksmenn og grannskoðarar kunnu verða afturvaldir. 

Nevndin velur sjálv kassameistara. 

Kassameistarin í Havnar Judofelag "Nihon" kann um somu tíð ikki vera kassameistari í øðrum felagi. 

Kallað kann verða saman til eykastjórnarfund um formaðurin ella minst tveir stjórnarlimir krevja tað. 

Allir stjórnarlimir skulu hava fundarboð minst 24 tímar áðrenn stjórnarfund. 

Stjórnin er viðtøkufør um tríggir stjórnarlimir atkvøða fyri einum uppskoti. 

Formaðurin kann taka avgerð í málum, ið avgerð ikki kann bíða til stjórnarfund. Henda avgerð skal tó leggjast fyri á fyrsta stjórnarfundi til góðkenningar. 

Limir felagsins skulu fáa at vita um avgerðir, ið stjórnin hevur framt. 

Stjórnin kann til eina og hvørja tíð nokta at taka ein persón inn í felagið. 

Um tað verða gjørdar nevndir (t.d. veitslunevnd) skal í minsta lagi ein stjórnarlimur vera við. Stjórnin veljur sjálv sítt umboð í nevndina.