Bjarni umboðar Føroyar í EYOF
Ítróttasamband Føroya og Europeiska Olympiska Nevndin gjørdu fyrr í ár avtalu um, at Føroyar sleppa at luttaka í m.a. European Youth Olympic Festival.
Hendan kappingin verður nú í juli í Baku, høvuðsstaðnum í Azerbajan, har Føroyar verða umboðaðar í judo og svimjing.
Har verður kappast í frælsum ítrótti, súkkling, fimleiki, judo, svimjing, tennis og wrestling.
Sum navnið sigur, eru kappingarnar fyri ungdóm, og úr Føroyum luttaka 6 ungdómar, 1 í judo og 5 í svimjing.
Føroyski judoíðkarin er Bjarni Kyrri Ólavsson, og í ferðalagnum við honum verður Petur Sigurð Johannesen við sum venjari.
Umframt teir báðar telur ferðalagið 5 svimjarar, 1 svimjivenjara og ein ferðaleiðara frá ÍSF.
Ferðalagið fer úr Føroyum 18. juli og víðari til Baku 19. juli. Heimkoman er 28. juli.
Føroyska ferðalagið kemur at búgva saman við danska ferðalagnum í Baku.
Vit ynskja Bjarna og svimjarunum góða eydnu í Baku!