Gott nýggjár!

01. januar 2020

Judo Føroyar vilja við hesum ynskja øllum eitt gott nýggjár!

Fyrst av øllum vilja vit tó takka øllum fyri 2019, sum hevur verið eitt gott ár hjá judoítróttinum í Føroyum.

Hæddarpunktið mundi vera Oyggjaleikirnir, sum í ár vóru hildnir á Gibraltar. Endiliga var judo við aftur á Oyggjaleikunum aftan á turk í 10 ár. Og vit vístu sanniliga, at judoítrótturin er týdningarmikil í føroyska ítróttarheiminum, tí vit vunnu ikki færri enn 14 medaljur til Føroyar!

Men vit hava eisini luttikið í øðrum kappingum uttanlands, har vit hava fingið góð úrslit og vunnið fleiri medaljur heim til Føroya.

Eisiini í Føroyum hava vit havt fleiri kappingar, har judoíðkarar hava lagt alla sína orku í og fingið góð úrslit, eins og øll hava verið sera íðin til venjingar, eisini tey, ið ikki luttaka í kappingum. Tykkara íkast skal avgjørt ikki gloymast!

Men ikki minst kunnu vit fegnast um tað fantastiska arbeiði, ið verður gjørt í teimum 6 judofeløgunum í Føroyum. Bæði nevndarlimir, venjarar, foreldur og ikki minst judoíðkararnir skulu hava stóra tøkk fyri tað megnar arbeiði, tit gera í dagligdegnum fyri ítrótt okkara. Uttan tykkum vóru vit ikki til!

Vit fara nú inn í eitt nýtt áratíggjund.

2020 hevur nógvar avbjóðingar við sær, og vit eru fús at fara til verka at loysa tær.

Fyrst skulu vit fegnast um, at bara nakrar fáar dagar inn í nýggja árið fáa vit 7. judofelagið, sum hevur heimstað í Suðuroy. Tað fegnast vit almikið um, og vit vilja bjóða suðuroyingum hjartaliga væl komin í okkara judo-umhvørvi.

Vit hava nógv góð fólk, sum fegin vilja geva eitt íkast til judo-ítróttin í Føroyum, og vit fara við góðum treysti undir nógvar nýggjar uppgávur í 2020, sum hava eittans endamál: at fremja judo-ítróttin í Føroyum, so vit fáa eitt gott ítróttarumhvørvi við nógvum judoíðkarum, sum alsamt mennast til tær avbjóðingar, ið teir velja at taka á seg, tað verið seg venjing og/ella kappingar.

Kappingar og venjingarlegur uttanlands eru eisini á skránni, eins og útbúgvingar av venjarum og dómarum.

Við hesum vil Judo Føroyar ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár!

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023