Silvur og bronsu í Reykjavík International Games 2020

25. januar 2020
  • Mynd: Sofus Debes Johannese
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Bárður Hentze Lenvið á siðurskamlinum, har hann hevur fingið bronsumedaljuna | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Bárður Hentze Lenvig við bronsumedalju og Fríði Magnusson Carlsson við silvurmedalju, sum teir vunnu í RIG 2020 | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Bárður Hentze Lenvig vann bronsu í RIG 2020 | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Fríði Magnusson Carlsson á siðurskamlinum eftir at hava vunnið silvur í RIG 2020 | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Fríði Magnusson Carlsson vann silvur í RIG 2020 | Mynd: Sofus Debes Johannesen

Judo vann silvur og bronsu í Reykjavík

Føroyar vunnu tvær medaljur í judokappingini í Reykjavík International Games, sum hevur verið um vikuskiftið.

Fríði Magnusson Carlsson vann silvur í vektbólkinum undir 60 kg. Hann vann tveir dystir og tapti tveir. Ein breti vann allar sínar dystir og streyk tí avstað við gullmerkinum. Men nú háttaði tað seg soleiðis, at tað vóru tríggir, sum høvdu vunnið tveir dystir, og tískil vóru javnir í stigum. Tá siga reglurnar, at tann, ið hevur vunnið dyst upp á stytst tíð, er bestur, og tá Fríði hevði vunnið ein av sínum dystum upp á bra 20 sekund, so fekk hann silvurmerkið, meðan ein íslendingur fekk bronsuna.

Í vektbólkinum undir 66 kg. eydnaðist tað Bárður Hentze Lenvig at fáa bronsumerki. Í innleiðandi kappingini vóru tveir bólkar, og Bárður vann tveir og taptin ein dyst í bólkakappingini. Harvið hevði hann vunnið sær pláss í hálvfinaluni. Hesin dysturin var sera javnur og spennandi, og tá vanliga tíðin var farin, stóðu báðir javnir, so farið var til “golden score”. Eisini her var sera javnt, men at enda fekk Bárður eitt kast ímóti sær og vann sær tí ikki finalupláss, men fekk hinvegin bronsumedalju.

6 aðrir føroyskir luttakarar vóru í kappingini. Hjá teimum gekst misjavnt, men man lærir nógv av at luttaka í einari slíkari kapping, og nú hava tey nakað at arbeiða víðari við til komandi avbjóðingar.

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023