Judofeløgini byrja aftur

31. august 2020

Nú summarfrítíðin er av, fara judofeløgini aftur at byrja sínar venjingar.

Eitt sindur ójavnt er, hvussu byrjað verður, orsaka av corona-støðuni.

Havnar Judofelag

byrjar venjingina 31. august 2020. Vant verður í Ítróttahøllini á Hálsi, kjallaranum, og vant verður soleiðis:

Vaksin venja mánadag og mikudag kl. 19-20-30 (roynd)
Týsdag kl. 19-20.30 (nýggj og old-boys)
Hósdag kl. 19-20.30 (opin mátta)
Børn venja týsdag og hósdag kl. 17-18 (nýggj)
Týsdag og hósdag kl. 18-19 (roynd)

Her kanst tú tekna teg sum lim í Havnar Judofelag

Sunda Judofelag

byrjar venjingina 31. august 2020. Vant verður í fimleikahøllini í Skúlanum við Streymin, og vant verður soleiðis:

Børn 7-10 ár venja mánadag og mikudag kl. 17.30-18.30
Mánadag kl. 19-20.30 venja vaksin
Mikudag kl. 19-20.30 venja vaksin og børn/ung 11-15 ár
Fríggjadag kl. 19-20-30 venja børn/ung 11-15 ár
Mánadag kl. 20.30-21.30 er opin mátta

Her kanst tú tekna teg sum lim í Sunda Judofelag

Suðuroyar Judo

byrjar venjingina aftur 1. september 2020. Vant verður í fimleikahøllini í Tvøroyrar Skúla, og vant verður soleiðis:

Mánadag kl. 17.30-19: Børn frá 1. flokki og uppefti. Vaksin venja saman við børnum tá.
Hósdag kl. 19-20.30 venja vaksin fødd í 2006 og áðrenn.

Her kanst tú tekna teg sum lim í Suðuroyar Judo

Vága Judofelag

byrjar venjingina aftur 8. september 2020. Vant verður í fimleikahøllini í Skúlanum á Giljanesi, og vant verður soleiðis:

Týsdag: børn kl. 19 og vaksin kl. 20.

Her kanst tú tekna teg sum lim í Vága Judofelag

Klaksvíkar Judofelag

byrjar venjingina aftur 4. september 2020. Vant verður í fimleikahøllini í Skúlanum á Skúlatrøð, og vant verður soleiðis:

Børn:
Mánadag kl.19:15-20:15
Mikudag kl.18:45-19:45
Fríggjadag kl.18:45-19:45
Vaksin:
Mánadag kl.20:15-22:00
Mikudag kl.19:45-21:00
Fríggjadag kl.19:45-21:00

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023