Sunda Judofelag 40 ár

31. januar 2021

31. januar 1981 varð Sunda Judofelag sett á stovn.

Hjartaliga til lukku við 40 ára degnum!

Tað vóru Johannes Johannesen og Hans Petur við Streym Hansen, sum tóku stig at stovna felagið. Jóhannes og Hans Petur høvdu vant judo í Havn í nøkur ár, og nú hildu teir tíðina vera komna, at fólk í Sundalagnum eisini fingu høvi at íðka hesa ítróttagrein í nærumhvørvinum.

Teir útvegaðu eina máttu frá Havnar Judofelag at venja á, og frá fyrsta degi hevur verið vant í fimleikahøllini á Felagsskúlanum á Oyrarbakka – sum nú eitur Skúlin við Streymin – og har venur felagið framvegis.

Felagið fekk beinan vegin stóra undirtøku, serliga millum børn og ung, og mong eru tey, sum nú væl og virðiliga eru blivin vaksin, sum kunnu minnast á góðar løtur á judomáttuni.

Longu fyrsta árið gjørdi felagið vart við seg til judokappingarnar, ið tá vóru, og felagið hevur fostrað mangar Føroyameistarar, umframt at fleiri eru farin víðari og hava verið á judolandsliðnum, og har umboða Føroyar í kappingum uttanlands eisini. Nevnast kunnu m.a. Oyggjaleikirnir, har Sunda Judofelag hevur átt fleiri av medaljuvinnarunum tey árini, judo hevur verið á kappingarskránni á leikunum.

Sum við øllum øðrum her í lívinum, so hevur gingið upp og niður hjá felagnum gjøgnum hesi 40 árini. Onkur ár hevur limatalið verið ovurhonds stórt, og onkur ár væl minni, men altíð hevur felagið uttan trupulleikar hórað undan.

Tað gerst bara við at felagið hevur eldsálir, sum bera felagið fram, serliga í truplu tíðunum.

Og tað hevur Sunda Judofelag havt øll árini. Serliga kunnu vit nevna Johannes, sum ótroyttiliga hevur verið venjari øll 40 árini. Kvøld eftir kvøld, viku eftir viku, ár eftir ár hevur hann verið á máttuni og vegleitt bæði nýggjar limir og tey, ið hava roynt ítróttin í eina tíð. Treyðugt so, tað hava eisini verið fleiri onnur, ið trúliga hava stuðla felagnum, og øll hesi eiga stóra tøkk fyri sítt arbeiði.

Judo í Føroyum er í einari spennandi gongd frameftir, og onki er at ivast í, at Sunda Judofelag saman við hinum feløgunum í Føroyum framhaldandi fer at vera við í menningini av hesari ítrótt.

Judo Føroyar vil við hesum ynskja Sunda Judofelag og øllum limum tess hjartaliga til lukku við 40 ára degnum við ynskjum um bjarta framtíð!

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023