Judo Føroyar 40 ár

28. februar 2021
  • Fyrsta nevndin í Judosambandi Føroya í 1981. Frá vinstru: Eyðfinn Christiansen, Vága Judofelag, kassameistari, Jan Günther, Havnar Judofelag, formaður, Sven Nørspang, Havnar Judofelag, næstformaður, hans Petur við Streym Hansen, nevndarlimur, og Bogi Linklett, Klaksvíkar Judofelag, skrivari

Í dag, 28. februar 2021, eru júst 40 ár síðani, Judo Føroyar – sum fyrr æt Judosamband Føroya – varð stovnað.

Fyrsta judofelagið í Føroyum – Havnar Judofelag – varð stovnað 1. mars 1971, og umleið tvey ár seinni kom so næsta felagið, Klaksvíkar Judofelag.

Ikki fyrr enn fyrst í 1981 komu so tey næstu feløgini, tá Sunda Judofelag og Vága Judofelag vórðu stovnaði.

Nú var so gøtan greið fyri at stovna eitt sersamband, sum tá kravdi, at minst trý feløg vóru, og 28. februar 1981 var so Judosamband Føroya stovnað.

Í fyrstu nevndini vóru: Jan Günther, formaður, Sven Nørspang, næstformaður, Eyðfinn Christiansen, kassameistari, Bogi Linklett, skrivari og Hans Petur við Streym Hansen, nevndarlimur.

Í 1986 gjørdist Judosamband Føroya altjóða viðurkent, tá sersambandið gjørdist limur í European Judo Union og International Judo Federation.

Gjøgnum tíðina hava verið fleiri judofeløg. Tíðliga í 80-unum var eitt stutt skifti judofelag suðuri í Vági, og fyrst í 90-unum var eisini eitt í Kollafirði. Klaksvíkar- og Vága Judofeløg hava eisini long tíðarskeið verið niðurløgd.

Sostatt vóru tað í fleiri ár bara tvey judofelag, sum vóru virkin, nevniliga Havnar og Sunda. Men seinastu árini er vend komin í, og vit hava fingið fleiri nýggj feløg, eins og tvey av teimum gomlu eru endurstovnaði.

Fyrst var tað Skálafjarðar Judofelag, ið sá dagsins ljós, og síðani vóru Klaksvíkar- og Vága Judofeløg endurstovnaði. Harafturat eru judofeløg stovnaði á Sandi og á Tvøroyri.

Talið av judoíðkandi var í fleiri ár millum 50 og 100, men seinastu árini er limatalið vaksið nógv, so tað nú í nøkur ár hevur ligið millum 250 og 300.

Føroyskir judoíðkarar hava eisini roynt seg á altjóða pallinum, og serliga á Oyggjaleikunum hevur ligið væl fyri. Á Oyggjaleikunum á Gibraltar í 2019 vunnu vit 14 heiðursmerkir, 5 gull, 2 silvur og 7 bronsu. Eisini hava føroysk judofólk vunnið medaljur í norðurlenskum kappingum.

Í nevndini fyri Judo Føroyar í dag sita: Sofus Debes Johannesen, formaður, Hansa M. Glerfoss, næstforkvinna, Petur Sigurð Johannesen, skrivari, Marit J. Magnussen og Sigmundur Johansen, nevndarlimir.

Orsaka av Corona-støðuni verður einki hátíðarhald nú, men ætlanin er at hava nøkur tiltøk aftan á summarsteðgin.

FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023
Klaksvíkar Judofelag byrjar aftur
22.08.2023