Grand prix kappingin hjá Judo Føroyum 2021/22

16. september 2021

Leygardagin 25. september verður 1. umfar av grand prix kappingini hjá Judo Føroyum. Kappingin koyrir yvir 6 umfør, og ein samlaður vinnari verður funnin fyri hvønn vektbólk, tá øll umførini eru leikt.

Skárin er hendan:

1.       Umfar 25/09 – 2021 í Tórshavn

2.       Umfar 23/10 – 2021 í Klaksvík

3.       Umfar 06/11 – 2021 í Vágunum

4.       Umfar 20/11 – 2021 á Oyrabakka

5.       Umfar 08/01 – 2022 á Tvøroyri

6.       Umfar 05/02 – 2022 í Klaksvík

Kappingin er opin fyri allar limir í feløg undir Judo Føroyum.

Tað verður sett sum krav at luttakarar hava minninum 5. Kyu. Undantøk kunnu vera givin um venjarin í felagnum metir at luttakarin er førir fyri at luttaka.

Aldur og vektbólkar

Børn eru tey sum eru fødd ár 2008 og eftir 2008.

Unglingar eru tey sum eru fødd/ir 2005 – 2007

Vaksin eru tey sum eru fødd/ir í 2004 og fyrr.

Luttakarar verða byttir í passaligir bólkar eftir vekt.

 Børn.: -27, -30, -34, -38, -42, -48, -54 og +54 kg – Ikki lov at brúka armlás og stangulering

Unglingar.: -42, -46, -50, -55, -60, -66, -73 og +73 kg - Armlás og strangulering kann brúkast

Vaksin.: -60, -66, -73, -81, -90 og +90 - Armlás og strangulering kann brúkast

Tað skulu minimum vera 2 lutakrar pr. vektbólk

Aðrar ásetingar

Gentur, ið kappast ímóti dreingjum, kunnu tá fáa vektfyrimun uppá 10%

Til ber at stilla upp í 2 vektbólkum ella 2 aldursbólkum

Dystalongd er sett til.: Vaksin & unglingar 4. Min,  Børn 3. Minuttir,

Um 2 luttakarar eru í vektbólkinum, verður kappast best av 3 dystum

Um 3-5 luttakarar eru í vektbólkinum verður kappast sum vanligt øll móti øllum

Um 6-8 luttakarar eru í vektbólkinum verður kappast í 2 bólkum, hvar nr.1 og nr. 2 úr hvørjum bólki koma víðari. Kappast verður so í semifinalu. Tað eru 2 3.pláss, umframt 1. Og 2.pláss.

Um tað eru 9 ella fleiri í bólkinum verður knock-out kapping. Tað verða 2x 3.pláss, umframt 1. Og 2.pláss.

Kapingarrgelur

Kappast verður eftir galdandi Internationali kappingarreglur hjá IJF.

 

Stig fyri hvørt umfar av grand-prix kappingini:

4 stig til nr. 1

3 stig til nr. 2

2 stig til nr. 3

1 stig til allar hinar luttakararnar

Í tí støðu at 3 luttakarar eru javnir í stigum og innanhýsis, verður avgjørt hvør hevur brúkt minst tíð til at avgerða dystinar.

Grand-prix kappingin verður yvir 6 umfør. Endaligi vinnarin verður funnin aftaná 6. umfar. Eru tað tvey ella fleiri sum eru jøvn í stigum aftaná øll umførini verður vinnarin tann sum hevur klára seg best av teimum í seinasta umfarinum.

FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023
Klaksvíkar Judofelag byrjar aftur
22.08.2023