Malaki og Fríði í kapping

06. apríl 2018

Hjá unglingum -55 kg. verða tað Malaki Vang Niclasen og Fríði Magnusson Carlsson, báðir úr Havnar Judofelag, ið fara at stríðast um gullmedaljuna.

Innleiðandi umfarið hósdagin var sera spennandi, við nógvum jøvnum dystum, men endin var, at Malaki vann semifilanuna á Bjarna Kyrri Ólavsson, meðan Fríði vann sína hálvfinalu á Dánjal Kyrri Ólavsson.

Brøðurnir Bjarni Kyrri Ólavsson og Dánjal Kyrri Ólavsson fáa sostatt báðir bronsu heiðursmerki í hesari kappingini.

Sandoyar Judofelag sett á stovn
04.09.2018
Føroyingur norðurlendskur meistari
29.05.2018
Stór føroysk luttøka í Norðurlandameistarkapping
24.05.2018
Ársaðalfundurin 2018
03.05.2018
Hjalmar og Sigmund kappast eisini leygardagin
06.04.2018