Malaki enn eina ferð

06. apríl 2018

Malaki Vang Niclasen stillaði upp í tveimum vektbólkum hjá mansunglingum, og hann kom í finaluna í báðum, tó var kappingin munandi harðari í tyngra vektbólkinum.

Í vektbólkinum yvir 55 kg. hjá mansunglingum eru tað Aleksandur Christensen úr Sunda Judofelag og Malaki Vang Niclasen úr Havnar Judofelag, ið koma at mynda finaludystin leygardagin.

Kappingin í hesum vektbókinum var sera hørð og jøvn, og í hálvfinalunum vann Aleksandur Christensen úr Sunda Judofelag á Finnur Meinhard Hansen úr Havnar Judofelag, meðan Malaki Vang Niclasen úr Havnar Judofelag knógvaði Petur Sigurd á Túgvu úr Sunda Judofelag.

Bronsu heiðursmerkini vinna Finnur Meinhard Hansen úr Havnar Judofelag og Petur Sigurd á Túgvu úr Sunda Judofelag.

Argjabørn royna judo
22.01.2019
Silvur í Copenhagen Cup
13.01.2019
Gott nýggjár 2019!
01.01.2019
Judo Danmark innstilla til parasport heiður
27.12.2018
Gleðilig jól
25.12.2018