Føroyingur norðurlendskur meistari

29. mai 2018
  • Búgvi Poulsen endurvann gullið hjá veteranum -81 kg. | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Petur Sigurð Johannesen vann bronsu hjá monnum -100 kg. | Mynd: Sofs Debes Johannesen
  • Hjá veteranum -100 kg. vann Petur Sigurð Johannesen silvur | Mynd: Sofus Debes Johannesen

Veteranurin og legendan Búgvi Poulsen frá Havnar Judofelag (Horsens Judo Klub – DK) endurtók góðu úrslitini frá árunum frammanundan og dróg eitt Norðurlendskt Meistaraheitið heim til Føroya. Aftan á 4 harðar dystir í vektbólkinum undir 81 kg., kundi hann trína fram á ovasta pláss á sigurskamlinum sum vinnari av gull heiðursmerkinum.

Vikuskiftið 26. og 27. mai 2018 hevði danin Roland Vogt sína fyrstu uppgávu sum coach fyri føroyska judolandsliðið. Uppgávan var Norðurlendska Meistarakappingin, sum hesa ferð varð hildin í Hillerød í Danmark.

Tilsamans vóru 12 ungir menn og kvinnur úttikin til uppgávuna.

Búgvi Poulsen bleiv tann stóri sigursharrin. Í einum sterkum bólki fyri veteranar undir 81 kg. kom hann frá kappingini sum vinnari, eftir ein sera sannførandi sigur á danska meistaranum fyri veteranar undir 40 ár.

Bárður tók øll á bóli

Bárður Hentze Lenvig úr Havnar Judofelag vísti seg sum tann, sum tók øll á bóli í hesi kappingini. Við 3 sigrum í vektbólkinum undir 66 kg. í U21 vísti hann stór evni. Hann vann teir dystirnar, sum man skal vinna, fyri ikki at vera marginalleikari. Bárður er ikki nakar marginalleikari. Hann er eitt talent við stórum menningarmøguleikum. Hann vísti stóra taktiska fatan og gjøgnumgangandi gott judoforstáilsi. Hann tapti eisini 2 dystir. Til tann danan, sum seinni vann kappingina og til bronsuvinnaran, sum var úr Finnlandi. Bárður stendur eftir við einum fantastiskum 7. plássi í hesi hørðu kappingini.

Felagin frá Havnar Judofelag, Dánjal á Krákusteini, var eisini við í U21 kappingini í vektbólkinum undir 66 kg. Hann fekk nakrar stuttar dystir, har hann vísti nakrar fínar taktir. Hann umsetti coaching til praktikk á ein lættan hátt, og vísti, at her eru viðurskifti at arbeiða við, sjálvt um hann tapti báðar dystirnar.

Hjá kvinnunum var Silja Johannesen úr Sunda Judofelag í kapping leygardagin. Hon stillaði upp i vektbólkinum undir 70 kg. Hon tapti báðar sínar dystir, millum annað móti Emilie Sook úr Danmark, sum júst nú luttekur í kvalifikatiónskapping til OL í Tokyo 2020. Silja kláraði seg væl í báðum dystunum og vísti góðar kvalitetir, sum kunnu brúkast til framtíðar arbeiði.

Í blandaðum vektbólki undir og yvir 78 kg. luttók Hansa Torgerð Ellingsgaard, eisini frá Sunda Judofelag. Hetta var hennara fyrsta luttøka í altjóða kapping. Unga kvinnan fekk harða mótstøðu og fekk tíverri ikki nógvar minuttir á máttuni. Kvinnujudo í Føroyum er á byrjunarstøði, men við vaksandi talið av kvinnum í judo er hetta eitt spennandi øki við nógvum menningarmøguleikum.

Sanna Nolsøe Djurhuus frá Oxford Judo luttók í einum blandaðum vektbólki við undir og yvir 78 kg. Tað bleiv til nakrar fáar minuttir á norðlendsku máttunum, og vit hava eina rúgvu at arbeiða við framyvir.

Nikolai Sigurðsson frá Klaksvíkar Judofelag kappaðist hjá monnum undir 73 kg. Nikolai fekk ein truplan dag við harðari mótstøðu, men hann kom væl nøgdur úr kappingini hóast tap. Hann kendi, at hann fekk nakað við sær frá báðum dystunum og er klárur at stríðast framyvir.

Føroyar stillaðu upp við tveimum dupultkappingum, nevniliga Petur Sigurð Johannesen úr Havnar Judofelag, sum kappaðist bæði hjá monnum og veteranum. Hjá monnum gjørdist Petur Sigurð nr. 2 í innleiðandi bólkinum, sum gav honum plass í semifinaluni. Hesa tapti hann til hann, sum seinni vann kappingina, og harvið tryggjaði Petur Sigurð sær bonsumedaljuna.

Í veteranbólkinum var kappingi um gullið millum 4 menn, og tá dagurin var liðin, stóð Petur Sigurð við silvurmedaljuni um hálsin. Petur Sigurð gjørdist javnur við vinnarin í vunnum dystum við danska vinnaran men gjørdist nr. 2 eftir stigum. Gott og stabilt av Petur Sigurð.

Ein annar luttakari í dupultkapping var Sigmundur Johansen frá Skálafjarðar Judofelag. Í báðum bólkunum møtti hann harðari mótstøðu. Hann vann ein sigur í fyrsta umfari í kappingini hjá monnum, har hann vann trygt á einum norðmanni. Hinir dystirnir vóru harðir, og Sigmundur mátti lúta í øllum teimum dystunum.

Í U18 kappingini høvdu vit tríggjar luttakarar við. Bjarni Kyrri Ólavsson í bólkinum undir 50 kg., og Fríði Magnusson Carlsson í bólkinum undir 55 kg., báðir frá Havnar Judofelag, umframt Aleksandur Christensen frá Sunda Judofelag. Hann stillaði upp í bólkinum undir 81 kg.

Ung talentir

Bjarni vísti góðar taktir og vísti, at hann hann hevur sans fyri taktikki og rørslu. Hann hevur evnir til framtíðar arbeiði. Alexandur er óvanliga sterkur, og hann gav sínum mótstøðumonnum ein skarpan gang. Landsliðsvenjarin og hann gleða seg til framtíðar arbeiði.

Mótstøðmenninir hjá Fríða gjørdust bilsnir yvir hansara støði og evnir at leypa á fleiri vegir (ein eginleiki fyri ein góðan judoleikara). Sjálvt um hann tapti báðar dystirnar, vísti hann høgt støði, og hann fer heilt vist at vinna dystir í framtíðin og til næstu Norðurlanda Meistarakappingina, sum komandi ár verður í Finnlandi.

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023