Sandoyar Judofelag sett á stovn

04. september 2018

Ítróttarhøllin, sum sandoyingar fingu fyri nøkrum fáum árum síðani, gevur nógvar nýggjar møgulleikar fyri ítrótti í oynni.

Seinasta nýggja har er, at í gjár varð nýtt judofelag sett á stovn í oynni - Sandoyar Judofelag.

Hansa M. Glerfoss, sum vandi judo í Klaksvík sum ung, er formaður í nýggja judofelagnum, Frida Poulsen er skrivari og Magnus Pauli Glerfoss er kassameistari.

Tað fyrsta á skránni hjá teimum er at fáa venjingartímar, og tá tað er komið upp á pláss, verður lagt frá landi. Tey hava fingið brúktar máttur norðaneftir. Talan er um gomlu mátturnar hjá Sunda Judofelag, sum fyrst Klaksvíkar Judofelag lænti, men nú teir hava fingið nýggjar máttur í Klaksvík, ferðaðust gomlu mátturnar víðari til Sands.

Nú eru 6 virkin judofeløg í Føroyum, í Havn, á Oyrarbakka, í Klaksvík, í Miðvági og nú á Sandi.

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023