Judo Danmark innstilla til parasport heiður

27. desember 2018

Judo í Danmark innstillað til parasport-heiður.

Á hvørjum ári letur danska mentamálaráðið eina heiðursløn í samband við parasport (tað, sum fyrr varð kallað handicap-ítróttur).

Millum tær tríggjar innstillingarnar til hesa heiðursløn í ár er Judo Danmark og Mathias Krabholm. Tey eru innstillað av Danske Handicaporganisationer v. Dansk Blindesafund.

Judo Danmark og Mathias Krabholm hava samstarv um at økja um atgongdina hjá bilndum og fólki, ið síggja illa, til at íðka ítrótt. Hetta er eitt megnar tiltak, tí tað er væl skjalprógvað, at blind og sera illa síggjandi røra seg væl minni enn restin av fólkinum. Mathias Krabholm hevur gjørt vart við seg við at gera eitt judolið á Amager, har venjingin er tillagað blindum og illa síggjandi.

Vinnarin av hesari heiðurslønini verður funnin til Sport 2018-tiltakið, sum verður í Boxen í Herning 5. januar 2019. Hetta tiltakið verður víst á DR1.

Her eru nøkur link um judo fyri blind:

https://www.youtube.com/watch?v=-1qv3g7hTYM

https://www.youtube.com/watch?v=paJjW4PKgtI

https://www.youtube.com/watch?v=JWr41lpfLMc

 

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023