Gott nýggjár 2019!

01. januar 2019

Gott nýggjár 2019!

Judo Føroyar vil við hesum ynskja øllum eitt gott nýggjár!

2019 verður eitt spennandi og vónandi eisini mennandi ár fyri judo í Føroyum!

Tað er í hvussu er okkara ætlan, og vit leggja út longu nú beint eftir nýggjár.

Á heysti 2018 høvdu vit sera áhugaverdan og gevandi fund saman við umboðum fyri Svenska Judosambandið, har vit settu hol á visiónsarbeiði okkara fram til ár 2030.

Hetta var eisini umrøtt í stuttum á fundi beint fyri jól, og nú í januar seta vit ferð á hetta arbeiði, sum vónandi fer at gera okkara arbeiði munadyggari, so at vit fáa bæði fleiri og betri judoíðkarar í Føroyum.

Eisini er ætlanin við hesum arbeiði at víðka um okkara arbeiði, bæði við fleiri feløgum, fleiri venjingarhølum, fleiri greinum innan okkara ítrótt o.s.fr.

Vit vóna, at nógv fólk úr øllum feløgunum vilja standa saman við okkum í hesum arbeiði og taka lut í teimum arbeiðsbólkum, sum verða settir sum skjótast.

Í landsliðsarbeiði okkara hava vit tikið nýggj tøk, og vit vóna, at vit í 2019 koma at víðka enn meira um landsliðsarbeiði okkara, soleiðis at fleiri koma við, gerast betri, og at vit náa enn betri úrslitum.

2019 verður eitt spennandi landsliðsár. Vit ætla at luttaka í fleiri tiltøkum, og útvega avbjóðingar til landslið í øllum aldursbólkum. Oyggjaleikirnir á Gibraltar í juli verður eitt av hæddarpunktunum í ár.

Vit vilja við hesum ynskja feløgum okkara, øllum judoíðkarum í Føroyum og aðrastaðni og øllum Føroya fólki eitt gott og eydnuberandi nýggjár!

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023