Formaðurin aftur á máttuni

25. januar 2019

Í heyst høvdu vit fólk frá Svenska Judosambandinum at leggja okkum lag á og at byrja arbeiði við nýggjari visiónsætlan, sum skal taka Judo Føroyar eitt stórt fet fram á leið.

Sum ein part av hesum vóru fundarluttakararnir bidnir at skriva evnir/ynskir, sum vit skulu arbeiða við, á gular lepar, sum vórðu hongdir upp á veggin.

Nógv góð uppskot komu, og nú verða hesi uppskot brúkt til víðari menningararbeiði okkara, sum skal fáa fleiri fólk at íðka judo, bæði yngri og eldri, kvinnur og menn, motiónistar, meira seriøs og úrvalsíðkarar o.s.fr.

Á einum av hesum gulu seðlunum stóð: “Sofus aftur á máttuna”. Tað skuldi ikki standa á, og eftir nýggjár var hann aftur at síggja í judogi, hóast tað “bara” er á motiónsliðnum.

Fleiri eiga at gera honum eftir, tí judo er ein frálíkur motiónsítróttur eisini, og øll kunnu vera við, ongin forkunnleiki krevst, tí venjararnir laga seg eftir teimum, sum eru har.

So hevur tú hug at royna hetta, er bara at møta upp á Skúlanum við Streymin, har Sunda Judofelag hevur motiónsjudo mánakvøld kl. 20 til 21. Hevur tú ikki judodrakt, er tó ongin grund at halda teg aftur, tí tú kanst saktans vera við kortini.

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023