Føroyar í europeiskum olympiskum leikum

07. februar 2019
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

Europeiska Olympiska Nevndin hevur nú givið Føroyum loyvi at luttaka í tveimum kappingum hjá teimum undir føroyskum flaggi.

Hetta er eitt frambrot hjá okkum í strembanini at vinna okkum limaskap í altjóða olympisku nevnidni, og tí hevur ÍSF stóran áhuga í, at tær ítróttagreinir, ið hava møgulleika fyri tí, luttaka í hesum kappingum í ár.

Talan er í fyrsta lagi um tvær kappingar: European Games og European Youth Olympic Games. Harafturat er ÍSF bjóðað við sum eygleiðarar til Games of Small States of Europe í ár, og vónandi fáa vit rætt til luttøku har komandi ferð.

European Games er fjórða hvørt ár, og har eru umleið 6.000 íðkarar.

Í ár verður kappingin 21. til 30. juni í Minsk í Hvítaruslandi, og føroysku ítróttagreinirnar, ið kunnu luttaka har, eru bogaskjóting, badminton, judo og borðtennis.

European Youth Olympic Games er fyri ungar íðkarar 14-18 ár, og er annað hvørt ár, og har eru umleið 3.600 íðkarar.

Í ár verður hendan kappingin í Baku í Azerbajan 21. til 27. juli, og ítróttagreinirnar, sum Føroyar kunnu luttaka við har, eru hondbóltur, judo, svimjing og flogbóltur.

Games of Small States of Europe er fyri lond við færri enn ein mllión fólk og er annað hvørt ár., har umleið 1.000 íðkarar eru.

Limalondini eru: Monaco, Cyprus, Andorra, Malta, Luxembourg, Ísland, Liechtenstein, San Marino og Montenegro.

ÍSF er bjóðað við sum eygleiðari til leikirnar í 2019, sum verða í Montenego 27. mai til 1. juni.

Vónandi endar tað við, at Føroyar kunnu luttaka har næstu ferð. Ítróttagreinir okkara har eru svimjing, judo, borðtennis og flogbóltur.

ÍSF vil fegið, at føroyskur itróttur ger brúk av hesum møgulleikum, nú teir endiliga eru her, og nevndin í Judo Føroyum fer nú saman við landsliðsvenjaranum at viðgera hendan spurning.

 

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023