3 føroyingar í Matsuma Cup

15. februar 2019
  • Jógvan Páll Kristiansen í dysti í Reykjavík International Games 2019 | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Bárður Hentze Lenvig í dysti í Reykjavík International Games 2019 | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Silja Johannesen í dysti í Reykjavík International Games 2019 | Mynd: Sofus Debes Johannesen

Matsuae Cup er ein stór atljóða judokapping, sum er í Danmark annað hvørt ár. Nógvir útlendskir luttakarar eru, og harundir er altíð eitt sterkt lið frá Japan við.

Í ár verður kappingin hildin i Vejle leygardagin 16. februar, og tríggir føroyskir luttakarar eru við hesu ferð.

Tað eru Bárður Hentze Lenvig, Silja Johannesen og Jógvan Páll Kristiansen.

Sum sagt er hetta ein sera sterk atljóða kapping, so møgulleikin fyri føroyskum medaljum er nokk ikki so stórur, men tey vilja sjálvandi gera sítt besta at fáa eitt gott úrslit, og vit ynskja teimum bestu eydnu!

Kvinnujudo í Sundalagnum
08.03.2019
3 føroyingar í Matsuma Cup
15.02.2019
Føroyar í europeiskum olympiskum leikum
07.02.2019
Góð úrslit í RIG 2019
27.01.2019
Bárður vann bronsu
26.01.2019