3 gull, 2 silvur og 2 bronsur í danskari kapping

23. mars 2019
  • Føroysku luttakararnir og medaljuvinnararnir. Frá vinstru: Jógvan Páll Kristiansen, 1 silvur, Petur Sigurð Johannesen, 1 gull og 1 silvur, Sigmundur Johansen, 2 bronsu og Búgvi Poulsen, 2 gull | Mynd: Roland Vogt
  • Vinnararnir í tyngra opna vektbólkinum. Uttast til vinstru: Petur Sigurð Johannesen, silvurvinnari, og uttast til høgru: Sigmundur Johansen, bronsuvinnari | Mynd: Roland Vogt
  • Vinnararnir í lættara opna bólkinum. Í miðjuni: Búgvi Poulsen, gullvinnari | Mynd: Roland Vogt
  • Vinnararnir hjá monnum -100 kg. Nr. 3 frá vinstru: Petur Sigurð Johannesen, gullvinnari | Mynd: Roland Vogt
  • Vinnararnir í vektbólkinum -90 kg. Nr. 3 frá vinstru: Sigmundur Johansen, bronsuvinnari | Mynd: Roland Vogt
  • Vinnararnir í vektbólkinum -81 kg. Nr. 2 frá vinstru: Búgvi Poulsen, gullvinnari | Mynd: Roland Vogt
  • Vinnararnir í vektbólkinum -73 kg. Uttast til høgru: Jógvan Páll Kristiansen, silvurvinnari | Mynd: Roland Vogt

4 føroyskir judoleikarar vóru í kapping í Odense í dag. Hetta var ein kapping fyri “masters” ella veteranar, sum vit siga við hvørt. Talan er um luttakarar, sum eru yvir 30 ár.

Og allir vunnu teir medaljur í kappingini.

Búgvi Poulsen vann gull í sínum vektbólki, sum er -81 kg, har 8 luttakarar kappaðust. Harafturat vann hann eisini gul í lítla opna bólkinum, t.v.s. opin bólkur við øllum undir 81 kg. Í hesum bólkinum vóru 10 luttakarar.

Petur Sigurð Johannesen vann gull í vektbólkinum -100 kg., har 7 luttakarar vóru, og í tyngra opna bólkinum vann hann silvurmedalju.

Jógvan Páll Kristiansen vann silvur í sínum vektbólti, sum er -73 kg. Her vóru 8 luttakarar.

Sigmundur Johansen vann bronsu í sínum vektbólki, sum er -90 kg. Her vóru 8 luttakarar. Í tyngra opna bólkinum vann Sigmundur eisini bronsu.

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023