Stór føroysk luttøka í NM í judo

17. mai 2019
  • Partur av føroyska judolandsliðnum avmynda á høvuðsjarnbreytastøðini í Keypmannahavn á veg til Finnlands at luttaka í NM | Mynd: Sofus Debes Johannesen

Føroyar eru væl umboðaðar til Norðurlendsku Meistarakappingina 2019, sum um vikuskiftið verður í finska býnum Rovaniemi, heilt norðuri í Finnmørkini.

Føroyar eru umboðaðar í øllum aldursbólkum í kappingini, og fleiri av luttakarunum luttaka umframt í sínum aldursbólki, eisini luttaka í einum hægri aldurbólki, t.v.s. eru við í tveimum kappingum.

Føroysku luttakararnir eru hesir:

Mansunglingar undir 18 ár:

Bjarni Kyrri Ólavsson úr Havnar Judofelag í -55 kg., Boas Høgnesen úr Havnar Judofelag í -60 kg., Petur Sigurd á Túgvu úr Sunda Judofelag í -66 kg.

Kvinnuunglingar undir 21 ár:

Anna Salomona Steinberg úr Klaksvíkar Judofelag og Anna á Fløtti Antoniussen, eisini úr Klaksvíkar Judofelag, í -78 kg.

Mansunglingar undir 21 ár:

Bjarni Kyrri Ólavsson úr Havnar Judofelag í -55 kg., Boas Høgnesen úr Havnar Judofelag í -60 kg., Petur Sigurd á Túgvu úr Sunda Judofelag og Dánjal á Krákusteini úr Havnar Judofelag í -66 kg., Aleksandur Christensen úr Sunda Judofelag í -81 kg.

Kvinnur:

Silja Johannesen úr Sunda Judofelag luttekur í -63 kg., Hansa Torgerð Ellingsgaard úr Sunda Judofelag í -70 kg., Anna Salomona Steinberg úr Klaksvíkar Judofelag í -78 kg.

Menn:

Dánjal á Krákusteini úr Havnar Judofealg í -66 kg., Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag og Gunnar Magnussen úr Havnar Judofelag í -73 kg, Nicolaj Skoubo úr Havnar Judofelag og Aleksandur Christensen úr Sunda Judofelag í -81 kg., Petur Sigurð Johannesen ur Havnar Judofelag í -100 kg.

Veteranar:

Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag í -73 kg., Sigmundur Johansen úr Skálafjarðar Judofelag í -90 kg., og Petur Sigurð Johannesen úr Havnar Judofelag í -100 kg.

Andrias Sumberg verður ein av dómarunum í kappingini. Andrias hevur tvær ferðir fyrr dømt í NM kappingum, og hann hevur fingið góð skoðsmál.

Við á ferðini eru eisini Roland Vogt, landsliðsvenjari, eins og formaðurin í Judo Føroyar, Sofus Debes Johannesen, skal luttaka á fundi millum norðurlendsku judosambondini, sum verður hildin nú meðan kappingin er.

Føroyska ferðalagið kemur heim aftur mánadagin.

Myndin av nøkrum av luttkarunum er tikin á høvuðsjarnbreytarstøðini í Keypmannahavn, tá ferðalagið var ávegis til Finnlands.

 

FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023
Klaksvíkar Judofelag byrjar aftur
22.08.2023