1 bronsa og eitt 5. pláss

18. mai 2019
  • Petur Sigurð Johannesen gjørdist nr. 3 í vektbólkinum -100 kg hjá monnum | Mynd: Sofus Debes Johannesen

Tað var úrslitið hjá okkum fyrra dagin av Norðurlendsu Meistarakappingini 2019.

Bestu kappingina hevði Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag, hóast úrslitið hjá honum "bara" rakk til eitt 5. pláss. Viðmerkjast skal, at í slíkum judokappingum eru tvær bronsumedaljur, so 5. pláss er beint aftan á bronsuna.

Men tað var ein harður bólkur við nógvum luttakarum. Jógvan Páll vann trygt teir fyrstu tveir dystirnar, hóast harða mótstøðu. Síðani kom dysturin um finaluplássið. Tann dystin tapti Jógvan Páll móti einum norðmanni. So var ein dystur eftir, nevniliga dysturin um bronsuna. Hesin dysturin var móti einum finna, sum vann dystin og streyk avstað við bronsuni, meðan Jógvan Páll endaði nr. 5.

Petur Sigurð Johannesen úr Havnar Judofelag kappaðist í -100 kg. Her vóru færri luttakarar, so allir kappaðust í einum bólki. Petur Sigurð tapti tveir teir fyrstu, men vann tann síðsta, so hann fekk eina bronsumedalju.
Annars byrjaði dagurin við mansunglingum undir 18 ár, har Petur Sigurd á Túgvu, Boas Høgnesen og Bjarni Kyrri Ólavsson royndu seg.

Petur Sigurd legði fyri við at vinna sín dyst suverent, men seinnu dystirnar tapti hann báðar. Boas og Bjarni taptu eisini sínar dystir, men tað kann sigast um hesar dystir, at við eitt sindur av hepni bar væl til at vinna.
Hjá kvinnunum kappaðust Silja, Hansa Torgerð og Anna Steinberg. Serliga Silja hevði tveir javnar dystir, sum hon tó tapti báðar. Torgerð og Anna taptu eisini sínar, men við eitt sindur meira av royndum kunnu tær væl gera seg galdandi.

Hjá monnunum kappaðust Nicolaj, Dánjal, Gunnar og Aleksandur eisini, men teir taptu allir báðar sínar dystir. Eisini her var spenningur í, so her er meira at vænta í komandi kappingum.

FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023
Klaksvíkar Judofelag byrjar aftur
22.08.2023