3 gull og ein bronsa

19. mai 2019
  • Bjarni Kyrri Ólavsson (uttast til høgru) vann bronsu í vektbólkinum -55 kg fyri mansunglingar undir 21 ár | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Jógvan Páll Kristiansen vann gull fyri veteranar í vektbólkinum -73 kg | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Petur Sigurð Johannesen vann gull fyri veteranar í vektbólkinum +90 kg. | Mynd: Anna á Fløtti Antoniussen
  • Sigmundur Johansen vann gull fyri veteranar í vektbólkinum -90 kg. | Mynd: Sofus Debes Johannesen

Seinni dagurin í NM kappingini gekk eisini væl.

Dagsins úrslit vóru 3 gullmedaljur til veteranarnar Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag í -73 kg, Sigmundur Johansen úr Skálafjarðar Judofelag í -90 kg og Petur Sigurð Johannesen úr Havnar Judofelag í +90 kg.

Og ikki minst: ein bronsumedalja, sum Bjarni Kyrri Ólavsson úr Havnar Judofelag vann í unglingum undir 18 ár -55 kg.

Besta av hinum úrslitunum fekk Aleksandur Christensen úr Sunda Judofelag í unglingum undir 21 ár -81 kg. Hann fekk 9. pláss í einari sterkari kapping.

Kvinnuunglingarnir úr Klaksvík Anna á Fløtti Antoniussen og Anna Steinberg kappaðust eisini í dag. Tær drivu á, men mótstøðufólkini hjá teimum royndust drúgvari, so tær taptu báðar sínar dystir.

Hjá mansunglingunum undir 21 ár gekst best hjá Bjarna, sum vann bronsu í sínum bólki. Eisini Aleksandur kláraði seg væl. Petur Sigurd á Túgvu og Boas Høgnesen royndu seg eisini, men hóast teir stríddust væl, so taptu teir sínar dystir. Leggjast skal afturat, at bæði Bjarni, Petur Sigurd og Boas eru U18, so hetta var ein hægri bólkur, teir luttóku í í dag.

Dánjal á Krákusteini skuldi eisini kappast í dag, men hann mátti geva avboð vegna skaða, hann fekk í armin í síðsta dysti sínum leygardagin.

Alt í alt var hetta ein góð kapping fyri føroysku leikararnar, har teir vístu, at teir hava tikið seg nógv fram.
Nøkur vóru við fyri fyrstu ferð, og tey kenna nú støðið og hvat skal til fyri at fáa góð úrslit. Tey kláraðu seg væl, og fara nú at halda fram við miðvísum venjingum, so tey uppnáa enn betur úrslit næstu ferð.

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023