Aðalfundurin 2019

30. mai 2019

Boðað verður til aðalfund í ÍSF-húsinum, hóskvøldið 13. juni 2019, kl. 18.00.

Skrá sambært lógini:

1.Val av orðstýrara
2.Starvsnevndarformaðurin leggur fram frágreiðingar frá virki sambandsins í farni ári.
3.Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
4.Innkomin mál
5.Val av nevndum og eykalimum
6.Val av grannskoðara
7.Ymiskt

Innkomin mál
Uppskot um lógarbroytingar skulu verða starvsnevndini í hendi seinast 10 dagar áðrenn aðalfundin. Innkomin uppskot verða send feløgunum 7 dagar áðrenn aðalfundin. Uppískoyti í lógirnar og lógarbroytingar skulu standa á dagsskránni. Uppskot kunnu leggjast fyri aðalfundin av feløgunum í Judo Føroyar, starvsnevndini, starvsnevnd ÍSFs, dómsnevndini og grannskoðaranum. Hesi somu hava talurætt.

Filmur við Gunnar Magnussen
24.06.2019
Filmur við Sigmundi Johansen
23.06.2019
Filmur við Petur Sigurð Johannesen
22.06.2019
Filmur við Maiken Bringsberg
21.06.2019
Filmur við Nicolaj Skoubo
21.06.2019