Uppískoyti um aðalfundin

03. juni 2019

Til punkt 4 á aðalfundarskránni verður viðgjørt uppskot um lógarbroyting.

Uppskotið er soljóðandi:

13. Starvsnevndin
Í starvsnevndini sita: formaður, næstformaður, og skrivari og tveir nevndarlimir. Teir verða valdir einsæris á aðalfundinum fyri eitt tveyára skeið. Formaðurin og ein nevndarlimur verðura valdur ólíka ár og hinir líka ár. Valdurir verðura ein tveir tiltakslimurir fyri eitt eittára skeið. Minst tveir nevndarlimir skulu vera av hvørjum kyni, eins og tiltakslimirnir skulu vera av hvør sínum kyni. Um tiltakslimur kemur inn í nevndina í árinum, kann nevndin skipa seg av nýggjum, men valið á komandi aðalfundi skal fara fram, sum um umskipan ikki var farin fram.

 

Samanumtøka:

Verandi lóg er soljóðandi:

13. Starvsnevndin
Í starvsnevndini sita: formaður, næstformaður og skrivari. Teir verða valdir einsæris á aðalfundinum fyri eitt tveyára skeið. Formaðurin verður valdur ólíka ár og hinir líka ár. Valdur verður ein tiltakslimur fyri eitt eittára skeið. Um tiltakslimur kemur inn í nevndina í árinum, kann nevndin skipa seg av nýggjum, men valið á komandi aðalfundi skal fara fram, sum um umskipan ikki var farin fram.

Skotið verður upp, at nýggja orðingin verður:

13. Starvsnevndin
Í starvsnevndini sita: formaður, næstformaður, skrivari og tveir nevndarlimir.. Teir verða valdir einsæris á aðalfundinum fyri eitt tveyára skeið. Formaðurin og ein nevndarlimur verða valdi ólíka ár og hini líka ár. Valdir verða tveir tiltakslimir fyri eitt eittára skeið. Minst tveir nevndarlimir skulu vera av hvørjum kyni, eins og tiltakslimirnir skulu vera av hvør sínum kyni. Um tiltakslimur kemur inn í nevndina í árinum, kann nevndin skipa seg av nýggjum, men valið á komandi aðalfundi skal fara fram, sum um umskipan ikki var farin fram.

Sunda Judofelag byrjar aftur
07.09.2019
Javnstøða í nevndini
21.08.2019
Eykaaðaalfundur
03.08.2019
Bjarni við í OL
24.07.2019
Samrøða við Silju
03.07.2019