Venjingartíðir veturin 2017/18:

Vant verður í auluni í Ítróttarhøllini á Hálsi (kjallaranum):

Mánadag og mikudag:

Kl. 17.00 - 17.45: Børn 7-10 ár
Kl. 18.00 - 19.00: Børn 11-14 ár
Kl. 19.00 - 21.00 Unglingar og vaksin

Hósdag:

Kl. 18.30 - 20.00: Teknisk venjing

Fríggjadag:

Kl. 18.00 - 20.00: Dystarvenjing

Kom og roynd judo!

Til ber at royna at venja judo í einum av feløgunum. Tað er bara at møta upp til venjingarnar.

Um ein ikki hevur roynt tað fyrr, so hevur man sjálvandi ikki sersta búnan, ið verður brúktur í judo (kallast "gi" á japanskum), men man kann saktans royna uttan hendan serliga búnan, men skal bara í staðin vera í klæðum, ið tola, at tikið verður í tey, t.d. vanliga venjingardrakt (jakka við longum ermum og buksur).