Lóg fyri dómaradeildina hjá Judosambandi Føroya

A. INNGANGUR

1. Lógirnar fyri dómaradeildina hjá Judosambandi Føroya verða ásettar og broyttar av aðalfundi Judosambandsins.

2. Tilkingarspurningar um lógir hjá dómaradeildini kunnu leggjast fyri dómsnevndina.

B. UMSITING

1. Hendan lógin verður umsitin av dómaradeild JSF's, sum er mannað við trimum limum, vald á aðalfundi hjá Judosambandi Føroya.

2. Bústaður hjá dómaradeild JSF's er: ÍSF-húsið.

3. Arbeiðið í nevndini er ólønt. Útreiðslur til ferðir og vistarhald kann bert verða útgoldið eftir reglum landsstýrisins.

C. UPPGÁVUR

1. Dómaradeild JSF's hevur til uppgávu at:

     a. At leggja til rættis og standa fyri útbúgving av dómarum, tíðtakarum og talvuførarum eftir teimum                           høvuðsrætingslinjum, sum eru viðtiknar av aðalfundi Judosambandsins.

     b. Halda royndir og geva dómaraloyvir.

     c. Seta dómarar til føroyskar, norðurlendskar og altjóða kappingar, meðan neyðugt fyrilit verður tikið til stk. E8

     d. Vera feløgunum til hj+alpar at finna dómarar til egnar kappingar

     e. Gera iååslpt toæ oggkarøtæam furo deoædoma toæ starvsnevmnd JSF's

     f. Velja evnir til atjóða loyvir

     g. Velja luttakarar til dómaraseminar hjá norðurlendskum, europeiskum og alheims judosambondum

     h. Skráseta dómaravirksemi

D. JSF-DÓMARI - STARVSØKI

1. JSF-dómarar kunnu virka sum máttu- og síðudómarar eftir reglunum í stk. E4, 5 og 6, og skulu harumframt átaka sær relevantar uppgávur sum t.d. at skriva úrslit í judopass, eftirlit við judopassum, vektareftirlit o.s.fr.

2. JSF-dómarar skulu, tá teir umboða dómaradeildina, verða í hesum búnanum: Myrkabláan jakka (balzer), langar gráar buksur (kvinnur eft. niðurdeil), einslitta ljósa skjúrtu (kvinnur evt. sweater), myrkt slips og svartar hosur.

3. JSF-dómarar fáa, umframt ferðapening og vistarhald, eina dómarasamsýning, hvørs stødd verður ásett av aðalfundinum.

E. ÚTBÚGVING OG GILDI AV LOYVI

1. Tað finnast trý stig fyri JSF-dómarar: A-, B- og C- loyvir. Harumframt kunnu fáast altjóða loyvir.

2. Dómaraútbúgvingin er fyri egna rokning hjá luttakarunum, tó undantikið royndir til altjóða loyvir, sum verða goldnar av Judosambandinum.

3. Tað verður hildið minst eitt dómaraskeið um árið, sum endar við royndi í teori og praktikki.

4. Fyri at kunna fáa C-loyvi skal kandidaturin:

     a. Hava minst 4. Kyu og verða fyltur 16 ár

     b. Hava verið á í minsta lagi einum dómaraskeiði

     c. Hava staðið eina roynd í teori og praktikk

C-loyvisdómarar kunnu virka sum:

     - dómarar við stevnur í unglinga og dreingja/gentu bólkunum

     - máttu- og síðudómarar við minni kappingar saman við einum A- ella einum B-dómara

5. Fyri at kunna fáa B-loyvi skal kandidaturin:

     a. Hava minst 3. Kyu og vera fyltur 18 ár

     b. Hava verið á minst tveimum dómaraskeiðum, og hava virkað sum C-dómari

     c. Hava 2. Kyu og C-loyvi í minst eitt ár, ella hava 3. Kyu og C-loyvi í minst 3 ár

     d. Hava staðið eina roynd í teori og praktikk

B-loyvisdómarar kunnu virka við allar føroyskar stevnur.

6. Fyri at kunna fáa A-loyvi skal kandidaturin:

     a. Hava minst 1. Kyu og vera fyltur 21 ár

     b Hava virkað sum B-dómari í minst trý ár

     c. Hava staðið eina roynd í teori og praktikk

A-loyvisdómarar kunnu virka:

     - við allar føroyskar stevnur

     - við landsdystir

     - við norðurlendsskar stevnur, tá IJF-licensur ikki er kravdur

7. JSF-dómaraloyvi skal fornýggjast annað hvørt ár í samband við eitt dómaraskeið. Fjórða hvørt ár verður tað fornýggjað í samband við eina teoretiska og praktiska døming.

8. Ein treyt fyri, at JSF-dómaraloyvi kann verða fornýggjað er, at loyvishavarin í ein rímuligan mun hevur virkað sum dómari á tí støði, loyvið gevur rætt til, og at viðkomandi hevur uppfylt krøvinii tí í stk. E 7 nevndu døming.

9. Um ein dómari ikki hevur uppfylgt krøvini í E 7 fyrsta punktum, verður viðkomandi noktað at døma eftir hesum reglum:

     a. Frávera frá dómaraskeiði í tvey ár á rað viðførir karantenu inntil næsta dómaraskeið. Við at luttaka á hesum skeiði vil karantenan verða strikað, og viðkomandi kann virka á sama loyvisstøði.

     b. Frávera frá dómaraskeiði í trý ár á rað hevur við sær framhaldandi kantenu.

     c. Við at luttaka á dómaraskeiði eftir karantenu í tvey ár, skal viðkomandi standa roynd í teori og praktikk til eitt stig lægri enn viðkomandi hevði áðrenn karantenuna, tó ikki lægri enn C-loyvi.

     d. Um ein hevur havt karantenu í meira enn tvey ár (meira enn fýra ár ikki verið á dómaraskeiði), kann viðkomandi einans innstilla seg til próvtøku til C-loyvi, og einans eftir fyrst at hava luttikið í einum dómaraskeiði.

     e. Reglurnar í 9. a til c eru eisini galdandi um ein dómari av øðrum grundum ikki hevur verið aktivur í dómaragerninginum í tann mun, sum kann síggjast sum at hava verið rímuligt við ávísing til E 8.

F. IJF-LOYVIR

1. Royndir til altjóða loyvir verða hildnar í "IJF-regi" eftir teimum har galdandi reglum.

2. Kandidatar til IJF-loyvi roynd skulu, fyri at kunna verða innstillaðir, lúka hesi krøv:

     a. Hava føroyskt A-loyvi

     b. Hava virkað við norðurlendskar stevnur

     c. Verða fyltir í minsta lagi 30 og í mesta lagi 55 ár.

     d. Hava víst serligan áhuga fyri dómaraútbúgvingini innan JSF

3. Endurnýggjan av altjóða loyvi fer fram eftir teimum har galdandi altjóða reglum.

4. Teir, ið hava altjóða loyvi, skulu luttaka á føroyskum dómaraskeiðum.

5. Eftir áheitan frá dómaradeild JSF's skulu teir, ið hava IJF-loyvir, luttaka á altjóða dómaraskeiðum og virka sum lærarar á føroyskum dómaraskeiðum.

G. KRØV TIL PRÓVTØKUDÓMARAR.

1. Tað skulu vera í minsta lagi tríggir próvtøkudómarar við royndir til føroysk dómaraloyvir.
Ein av teimum skal hava í minsta lagi eitt loyvisstig hægri enn tann, sum fer upp til roynd.
Hinir skulu hava í minsta lagi sama loyvisstig sum tann, sum fer upp til roynd.

2. Allir tríggir próvtøkudómararnir skulu hava verið aktivir sum dómarar á tí støði, sum teirra loyvi gevur rætt til, ígjøgnum tey seinastu fimm árini áðrenn royndina.

H. REVSIREGLUR

1. Um ein dómari uttan at hava givið avboð ikki møtir til eina stevnu, har hann/hon er sett(ur) at døma, ella har ein dómari í øðrum førum ger nakað, sum stríðir ímóti ond ella bókstavi í lógum JSF-s, kann dómaradeildin frátaka dómaranum rættin at døma við tiltøk hjá JSF í eina avmarkaða tíð.

2. Dómaradeildin kann geva treytaðar revsingar.

3. Avgerðir hjá dómaradeildini skulu fráboðast skrivliga og grundaðar bæði til viðkomandi dómara og starvsnevnd JSF's.

4. Ein dómari, sum verður raktur av eini revsing, kann klaga avgerðina til dómsnevndina.

Soleiðis samtykt á aðalfundi JSF's tann 17. mai 1992.