Sanna gjørdist Føroyameistari

Tað eydnaðist Sannu Nolsøe Djurhuus at vinna føroyaeistaraheitið, tá hon vann finaluna móti Silju Johannesen.

Hóast talan var um javnan dyst, so vann Sanna sannførandi, tá saman um kom.

meira kkemur.....

Kvinnufinala á fyrsta sinni

Vit eru sera glað fyri á hava eina kvinnufinalu við í felags FM finalutiltakinum í ár.

Tað verða Sanna Djurhuus og Silja Johannesen, sum koma at kappast um gullið hjá kvinnunum.

Sanna lesur í Oxford, og har venur hon judo við Oxford Judo, meðan Silja venur við Sunda Judofelag.

Í innleiðandi umfarinum var dysturin teirra millum sera javnur, so vit síggja fram til ein eins javnan og spennandi dyst leygardagin.

Á myndini eru Silja til vinstru og Sanna til høgru.

Ari skal nú royna seg móti Torkil

Í bronsufinaluni hjá unglingum skulu Torkil Jógvansson og Ari Dam Lindberg royna seg. Teir eru báðir úr Havnar Judofelag.

Torkil hevur roynt seg í fremstu røð hjá unglingunum í fleiri ár nú, meðan hetta er fyrsta stóra uppgávan hjá Ari.

Í øllum førum verður tað spennandi at fylgja við, hvussu dysturin fer at enda, og vit ynskja báðum góða eydnu.

Á myndini er tað Ari til vinstru og Torkil til høgru.

Dánjal og Bárður aftur í eldin

Hjá unglingunum verður kappingin um gullið millum tveir "gamlar" kenningar úr Havnar Judofelag.

Tað eru nevniliga Dánjal á Krákusteini og Bárður Hentze Lenvig. Nevnast kann, at teir báðir í januar í ár luttóku í Reykjavík International Games, har teir kappaðust millum menninar í lættasta vektbólkinum, og har eydnaðist tað Bárði at vinna silvur og Dánjal bronsu heiðursmerki.

Innleiðandi dysturin millum teir var eisini sera javnur, so onki er at ivast í, at her fáa vit eina javna og spennandi kapping.

Á myndini eru tað Bárður til vinstru og Dánjal til høgru.