3. umfar av GP framflutt

04. oktober 2017

3. umfar av Grand Prix kappingini veturin 2017/18, sum skuldi vera í Klaksvík leygardagin 28. oktober 2017, er flutt fram til leygardagin 21. oktober 2017.

Orsøkin til at kappingin er flutt, er at Ítróttasambandið skipar fyri venjaraskeiði 28. oktober, og fleiri av leiðarunum í feløgunum hava teknað seg til hetta venjaraskeiðið.

Kappingin leygardagin 21. oktober 2017 verður í KÍ-høllini.

Kids Camp í Zagreb
26.04.2024
Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024