3 føroyskir luttakarar í Irish Masters Open

03. november 2017

Sunnudagin verður Irish Marsters Open í judo hildin á fjórða sinni í Dupblin í Írlandi.

Hesu ferð eru fyri fyrstu ferð tríggir føroyingar við í kappingini. Sigmundur Johansen frá Skálafjarðar Judofelag og Hjalmar Johannesen frá Sunda Judofelag luttaka í vektbólkinum -81 kg fyri 30-40 ára gamlar, og Petur Sigurð Johannesen frá Sunda Judofelag luttekur í vektbólkinum -100 kg., eisini fyri 30-40 ára gamlar.

Harafturat luttaka allir í opnum vektbólki í sama aldursbólki.

Tað eru umleið 90 luttakarar úr kappingini. Luttakararnir koma frá Skotlandi, USA, Spania, Kekkia, Føroyum og so úr Írlandi, sjálvandi.

Á myndini eru frá vinstru: Petur Sigurð Johannesen, Sigmundur Johansen og Hjalmar Johannesen.

Kids Camp í Zagreb
26.04.2024
Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024