Petur Sigurð vann silvur í opnum bólki

05. november 2017

Í Irish Masters Open kappingini í Dublin luttóku Petur Sigurð og Hjalmar Johannesen í opnum bólki hjá monnum 30-40 ár.

Fyrstur var Petur Sigurð á máttuni, har hann vann ein lættan sigur á Andrea bocancea við at kasta hann til IPPON, tá bara ein lítil løta var farin.

Hjalmar fór síðani á máttuna í dysti móti Enda Hackek. Hetta var ein javnur dystur, har tað tíðliga eydnaðist Hjalmari at kroysta hin so mikið nógv út móti uttara kanti á máttuni, at hann mátti traðka útav, og tað gav mótstøðumanninum hjá Hjalmar eina SHIDO sum revsing. Dysturin var rættiliga javnur, men eina ferð, tá Hjalmar roydi seg við einum kasti, var hann eitt sindur óneyvur, so tað eydnaðist mótstøðumanni hansara at gera eitt mótkast, sum hann fekk IPPON fyri.

Harvið var Hjalmar úti av kappingini um gull og silvur, men hann fekk síðani møguleika at kappast um bronsuna. Fyrsti dystur í hesari kappingini var móti O’Connor. Har fekk Hjalmar tíðliga í dystinum halditak á hinum, sum sat so mikið væl, at hin valdi at gevast.

Síðani skuldi Petur Sigurð aftur í eldin móti Strachan úr Skotlandi. Næstan beinan vegin í dystinum gjørdi skotin eitt kast, har tað eydnaðist Petur Sigurð at venda tí til eitt mótkast, har Petur Sigurð koma at liggja omaná, og hetta varð dømt til IPPON til Petur Sigurð. Men skotin var rættiliga ónøgdur við hesa dømingina og mótmælti hjá dómarunum. Dómararnir hildu upp á, at rætt var dømt, men Petur Sigurð segði so við dómararnar, at hann var til reiðar at taka dystin umaftur, um so skuldi vera.

Aftan á nógvar samráðingar aftur og fram, har stevnuleiðslan eisini var við, so varð avgjørt at byrja aftur frá 0. Men tað gjørdist tað sama, aftan á lítla løtu kastaði Petur Sigurð skotan til IPPON, og hevði Petur Sigurð vunnið dystin, hesa ferð uttan nakað mótmæli.

Nú skuldi Hjalmar aftur royna seg á máttuni. Hetta var eisini ein javnur dystur, har Hjalmar vann sær eitt WASA-ARI, tá bert hálvur minuttur var eftir, men í síðstu løtu eydnaðist hinum at fáa Hjalmar í halditak, men av tí at Hjalmar hevði fingið ein lítlan skaða í akslarnar í fyrsta dystinum í opna vektbólkinum, valdi hann at gevast, tá hin hevði fingið halditak á honum, tí hann fekk pínu í akslarnar. Harvið var Hjalmar úti av kappingini, tá bert bronsufinalan var eftir.

Síðsti dysturn var finalan millum Petur Sigurð og ein frá Kekkia. Dysturin var sera javnur, men tá umleið helvtin av tíðini var farin fekk kekkin eitt WASA-ARI, og lítla løtu seinni megnaði hann so at kasta Petur Sigurð til IPPON. Sostatt endaði Petur Sigurð kappingina við einum silvurmerki, sum má sigast at vera rættiliga gott.

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023