6. umfar av GP útsett til í januar

22. november 2017

Ætlandi skuldi 6. umfar av Grand Prix kappingini í vegur vera á Oyrarbakka leygardagin 2. december 2017.

Men av tí at so nógv er á skránni nú uppundir jól, og nógv av teimum íðkandi eru upptikin aðrastaðni, hava vit gjørt av at flyta hetta umfarið til 13. januar 2018.

Ikki er gjørt endaliga av enn, hvar hendan kappingin verður, men hon verður antin á Oyrarbakka ella í Havn. Tað frætta vit endaliga um beint eftir nýggjár.

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023