Bronsu í altjóða judokapping í Reykjavík

27. januar 2018

Í dag hava 4 føroyskir judoíðkarar luttikið í Reykjavík International Games. Hetta er ein altjóða kapping, ið veksur ár eftir ár. Í ár vóru 9 lond við í kappingini: Ísland, Føroyar, Danmar, Noreg, Finnland, Póland, Bretland, Frakland og Kekkia.

Dánjal á Krákusteini og Bárður Hentze Lenvig, báðir úr Havnar Judofelag, kappaðust hjá monnum undir 66 kg.

Dánjal bardist ein sera javnan dyst. Báðir fingu shido tíðliga í dystinum, men sum dysturin leið, var Dánjal meira við undirlutan, og at enda kastaði íslendingurin Dánjal til eitt Wasa-ari, og beint eftir kom íslendingurin í eitt halditak, so Dánjal klappaði og harvið hevði íslendingurin vunnið dystin. Beint eftir vísti tað seg at Dánjal hevði verið so óheppin, at høvdið tók, so hann fekk ein lítlan heilaskjálvta. Stevnulæknin hugdi upp á hann, og hann metti ikki, at Dánjal skuldi halda fram í kappingini, tí vandi var fyri, at hann kundi fáa størri skaða, so vit tóku avgerð um, at hann helt ikki fram at kappast. 

Bárður kom í fyrsta dystinum móti einum íslendingi. Hetta var ein javnur dystur, men sum dysturin leið fekk Bárður meira og meira tak á íslendininum. Ongin avgerð kom tó í vanligu leiktíðini, so farið var til Golden Score. Tá eydnaðist Bárði so at kasta íslendingin til Wasa-Ari, og harvið hevði hann vunnið dystin.

Í næsta dystinum kom Bárður móti einum frá Kekkia. Kekkin var skjótari og tekniskt betri fyri, so eftir eina løtu eydnaðist honum at kasta Bárð til Ippon, og harvið hevði Bárður tapt hendian dystin.

Hóast hetta seinna tapið eydnaðist Bárði at koma í bronsufinaluna, har hann tíverri tapti javna dystin, so hann endaði a 5. plássi. 

Petur Sigurð Johannesen úr Havnar Judofelag kappaðist hjá monnum undir 100 kg.

Í fyrsta dystinum møtti hann einum pólendingi, ið hevur búsett seg í Íslandi. Hetta bleiv ein sera stuttur dystur, har Petur Sigurð varð kastaður eftitr lítlari løtu.

Næsti dysturin hjá Petur Sigurð var móti einum amerikumanni, ið eisini er búsettur í Íslandi. Hetta bleiv eisini ein stuttur dystur, men hesa ferð var tað Petur Sigurð, ið var omaná og vann dystin læt

Harvið var Petur Sigurð komin í bronsufinaluna, har møtti Emil Emilson úr Íslandi. Petur Sigurð kappaðist við hann eisni í hesi kappingini í fjør, har Petur Sigurð vann, men hesa ferð hevði Emil ment seg sera nógv, so Petur Sigurð bleiv kastaður og tapti dystin, so eisini hann endaði á 5. plássi.

Silja Johannesen úr Sunda Judofelag kappaðist hjá kvinnum undir 70 kg.

Í fyrsta dystinum møtti Silja einum íslendingi. Hóast Silja stóð seg væl í hesum dystinum, so megnaði íslendska at kasta hana til Ippon, og harvið hevði Silja tapt fyrsta dystin.

Í næsta dystinum møtti Silja aftur einari íslendskari. Hóast hesin dysturin eisini var javnur, so fekk Silja skjótt fyrimun, og hon fekk kasta íslendsku til Wasa-ari, áðrenn hendan íslendska megnaði at javna við eisini at kasta Silju til Wasa-Ari. Men Silja hevði stýr á dystinum, og løtu seinni fekk hon kasta sítt seinna kast til Wasa-Ari, og harvið hevði hon vunnið hendan dystin.

Harvið var Silja eisini í bronsufinaluni, har hon aftur møtti einari íslendskari. Eisini hetta var ein javnur dystur, men so við og við megnaði Silja at kasta íslendsku kvinnuna tvær ferðir til Wasa-Ari, og harvið hevði Silja vunnið dystin og bronsuheiðursmerki til Føroyar.

Silja luttók eisini í hesari kappingini í fjør, og fleiri av íslendsku fyrireikarunum høvdu á orði, hvussu nógv hon hevði forbetra seg hetta árið, so tað er eisini eitt herðaklapp til hennara.

Umframt teir 4 leikararnar, so høvdu Føroyar eisini ein dómara við til kappingina. Tað var Andrias Sumberg úr Sunda Judofelag, sum hevur B-licens frá danska judosambandinum, og hann stóð seg sera væl í dømingini.

 

 

Kids Camp í Zagreb
26.04.2024
Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024