Hvat er Judo
JUDO er av japanskum uppruna. Jigoro Kano gjørdi í 1882 út frá fleiri gomlum sjálvverjuskipanum eina ítróttargrein, ið hann kallaði JUDO - tann mildi vegurin. Jigoro Kano stovnaði ein judoskúla, "Kodokan", sum enn tann dag í dag er virkin, og sum verður roknaður at vera háborgin hjá judo ítróttinum. Inntil endan av seinna heimsbardaga var judo nærum ókent uttan fyri Japan, men síðani tað er hesin ítróttur nógv útbreiddur um allan heim, og kanska serliga í Europa.
Loynidómurin við judo er "At vinna við at geva eftir". Sum greinin, ið boyggir seg fyri vindinum fyri ikki at brotna, gevur ein eftir fyri styrki mótstøðumansins og nýtir hana til egnan fyrimun.
Sum í øllum øðrum kappingarítróttum finnur ein í judo eina ítróttarliga styrki við at dystast móti øðrum. Men við stigtøkuskipanini hevur tann, ið einans dyrkar judo sum motiónsítrótt, eisini nakað at venja fram ímóti. Stigtøkuskipanin fevnir um nøkur kunnleikastig, sum verða víst við beltum, sum hava ávísar litir. Næmingastigini eru: hvítt, gult, orange, grønt, blátt og brúnt belti, meðan meistarastigini hava svart belti. Ein kann uppnáa ymisk stig innan tað svarta beltið.
Judokappingar
Luttakararnir í einari judokapping verða býttirupp í vektbólkar. Ein dystur varir í 4 ella 5 minuttir, og tá vera steðgirnir ikki roknaðir við.
Leikstig verða latin fyri tær skoringar, ið gjørdar verða í dystinum. IPPON avgerð dystin, annars verða hinar skoringarnar vístar á stigtalvu, men bert tann hægsta skoringin hevur týdning fyri úrslitið av dystinum.
Dømi:
Hvítt |
Blátt |
||||
Wasa-ari |
Yoku |
Koka |
Wasa-ari |
Yoku |
Koka |
1 |
0 |
2 |
1 |
1 |
0 |
Hægsta skoring (blátt) vinnur.
Skoring
Luttakararnir verða dømdir út frá kastiteknikki. Brot á reglur er eisini ein avgerandi faktor. Við at uppnáa ein "IPPON" (10 stig), vinnur ein luttakari beinanvegin.
Um ein luttakari ikki rættiliga fær "IPPON", kann hann fáa "WASA-ARI". Tveir "WASA-ARI" svara til ein "IPPON".
Revsing
Ger ein luttakari ímóti kappingarreglunum, verður hann dømdur eina revsing. Tann lægsta er "shido", hareftir "chue", "keikoku" og endiliga "hansoku make", sum merkir: "Tapir orsaka av at hava brotið reglurnar". Tað er ov drúgvført her at koma inn á reglurnar um, hvat revsingarnar verða dømdar fyri, men nevnast skal, at sama revsingin verður ikki givin fleiri ferðir. Aftan á "shido" skal "chui" gevast, sjálvt fyri tað minsta brotið á reglurnar.
Dómararnir
Dystirnir verða dømdir av trimum dómarum, einum máttudómara og tveimum síðudómarum. Tey mest nýttu boðini frá dómarunum eru:
Hajime = Byrjað!
Mate = Steðga!
Osae-komi = Halditak byrjað
Toketa = Halditak endað
Sore made = Dysturin er liðugur